fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 3.5m/s

Leita á in.fo

Harriet Olafsdóttir 16.07.2017 (03:55)

Klaksvíkingar endaðu G! við stíli

Við glimmur skeggi, nýggjum løgum og regndansi á spæliplássinum, endaðu Danny & The Veetos ársins G! Festival.



Spæliplássið var stúgva við fólkið til konsertina og bleiv hettar næstan sum eitt ”syngið við” tiltak afturat – Fjøldin dansaði, sang við og hugnaði sær óført. Bólkurin megnaði veruliga at fáa øll við, ung sum eldri og hóast nógv regn, bleiv dansa og sungið til tað síðsta.



Ikki kann sigast annað enn, at Danny & The Veetos av sonnum eru komnir fyri at vera. Eg haldi ikki eg taki munnin ov fullan við at siga, at hesin bólkur var eitt av størstu hæddarpunktinum á G! 2017 og at fyriskipararnir hava vita hvat teir hava gjørt, tá teir valdu júst Danny & The Veetos til at enda festivalin.