fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 10°C

Vindur 11.6m/s

Leita á in.fo

Danjal av Rana 12.01.2018 (10:44)

Klaksvíkingar fáa størsta gosbað í landinum

Arbeiðið við nýggja vælverudeplinum í Svimjihøllini gongur væl, og fundamentið til størsta gosbað í landinum sæst nú í sunnara enda, skrivar Klaksvíkar kommuna.

 

Um miðjan november skrivaðu arbeiðstakarar undir sáttmála við Klaksvíkar kommunu um at gera vælverudepil í Svimjihøllini, og higartil gongur arbeiðið bæði skjótt og væl. Herfyri legði Jógvan Skorheim, borgarstjóri leiðina framvið og heilsaði uppá Torkil Mørkøre, leiðara fyri Stadionøkið og nøkur av hinum arbeiðsfólkunum í økinum.

 

Sunnanfyri høllina verður gjørt klárt til uttandurapartin av vælverudeplinum, og innandura fyllir fundamentið til gosbaðið ein trivaligan part av gólvinum.

 

Í gosbaðnum verður ivaleyst av plássi til eini 15-20 vælvaksin fólk, og hetta ger tað til eitt hitt størsta av sínum slag í Evropa.

 

Umframt gosbað og uttanduraøkið, fer vælverudepilin eisini at rúma dampbað, infrareyðari saunu og góðum brúsuumstøðum.

 

Tað eru Norðhús, Signar Kallsberg og JP-EL, sum standa fyri arbeiðnum, og vælverudepilin verður eftir ætlan tikin í nýtslu í summar.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her