Klaksvíkskappingin er hetta vikuskiftið

Í mong ár hevur KÍ skipað fyri klaksvíkskappingini, og somuleiðis verður í ár.

Í mong ár hevur KÍ skipað fyri klaksvíkskappingini, og somuleiðis verður í ár.

 

– Vit vóna, at nógv fólk koma at savnast um vøllin við Djúpumýru til eitt satt fótbólts vikuskiftið. Atgongumerkið er galdandi fyri ein dag, og tú hevur tí møguleika at síggja tveir dystir fyri eitt atgongumerki, skriva fyrireikararnir.

 

Lutakast hevur verið um, hvussu skal leikast, og úrsliti var hendan leikskráin.

 

Leygardagin 23. februar

Kl. 13.00: Víkingur - B36

Kl. 15.30: NSÍ - KÍ

 

Sunnudagin 24. februar

Kl. 13.00: Dystur um 3. plássið

Kl. 15.30: Finalan