Klaksvíksreiðarí 82 milliónir í yvirskoti

Men landskassin fær eisini sítt, tí samanlagt hevur felagið goldið 73,5 milliónir krónur í skatti og avgjøldum

Men landskassin fær eisini sítt, tí samanlagt hevur felagið útreiðslur á 73,5 milliónir krónur í skatti og avgjøldum

 

Árið í fjør royndist væl betur enn árið fyri hjá reiðarínum Palla hjá Mariannu í Klaksvík. Ársúrslitið var slakar 82 millióir krónur, sum er ein øking upp á 15,7 milliónir krónur í mun til árið fyri, tá avlopið var 66 milliónir krónur.

 

Høvuðsvirksemið hjá »P/F Palla hjá Mariannu« hevur í árinum verið at umsitið feløgini P/F frá 5. juni 1992, P/F Christian í Grótinum, Sp/F Frá 27. juni 2007, P/F Hvalnes og Larsen Danish Seafood GmbH:

 

P/F Christian í Grótinum, 100%

Høvuðsvirksemið er at reka M/S Christian í Grótinum

 

P/F Hvalnes, 100%

Høvuðsvirksemið er at reka M/S Norðborg

 

P/F Frá 5. juni 1992, 100%

Høvuðsvirksemið er at eiga partabrøv í P/F Christian í Grótinum og P/F Hvalnes.

 

Sp/f Frá 27. juni 2007, 100%

Høvuðsvirksemið er at reka kai- og ídnaðarøki í djúphavnini í Ánunum.

 

Lars Danish Seafood GmbH, 100%

Høvuðsvirksemið er at eitt niðursjóðingarvirki í Týsklandi

 

Sp/f Bakaríið hjá Jórun, 66,7%

Høvuðsvirksemið er at reka bakarí.

 

Sølan hjá reiðarínum hækkaði í árinum við 56,6 milliónum krónum úr 535,6 milliónum í 2015 til 592 í 2016.

 

– Høvuðsorsøkin til økingina í søluni eru hægri prísir á serliga sild og makreli, men svarkjaftaprísurin var eisini hægri í 2016 samanborið við 2015. Umframt at prísirnir eru hækkaðir, eru 3.200 tons meiri fiskað í 2016 enn í 2015. Sølan í niðursjóðingarvirkseminum í Týsklandi øktist eisini í 2016, men sølan var ikki nøktandi, skrivar felagið millum annað í leiðslufrágreiðingini.

 

Har vísir felagið eisini á, at útreiðslurnar hækkaðu við 18,5 milliónum krónum úr góðum 300 í 2015 til 319 í 2016. Tilfeingisgjaldið hækkaði í 2016 við 20,8 milliónum krónum til 45 milliónir krónur, men lági oljuprísurin í 2016 gjørdi, at útreiðslurnar til brennievni lækkaði við 6,7 millionum krónum.

 

– Starvsfólkakostnaðurin øktist við 37 milliónum krónum til 184 milliónur krónur í 2016. Høvuðsorskin til hesa øking er økt veiðuvirði og harvið øktar hýruútreiðslur, skrivar felagið.

 

Útreiðslurnar áðrenn rentur gjørdist 60,5 milliónir krónur, sum er á sama støði sum í 2015.  

 

– Úrslitið av niðursjóðingarvirkseminum í Týsklandi gjørdist munandi verri enn ætlað og hevur tí stóra negativa ávirkan á úrslitið fyri 2016.

 

Í 2016 hevur felagið goldið 45,3 milliónir krónur í tilfeingisgjaldi og slakar 6 milliónir krónur til trygdargrunnin. Umframt hetta skal felagið gjalda 23,3 milliónir krónur í partafelagsskatti og tilfeingisskatti. Samanlagt hevur felagið útreiðslur á 73,5 milliónir krónur til skatt og avgjøld.

 

Eginpeningurin hjá »P/F Palla hjá Mariannu« er nú upp á 561 milliónir krónur.

 

Kristian Martin Rasmussen og synir eiga allan partapeningin í felagnum:

 

Bogi Rasmussen, Klaksvík

Eyðun Rasmussen, Klaksvík

Jón Rasmussen, Klaksvík

Kristian Martin Rasmussen, Klaksvík

 

Teir mynda eisini nevnd felagsins saman við stjóranum, Jan Petersen, har Kristian Martin Rasmussen er nevndarformaður.

 

P/F Palli hjá Mariannu rindaði 10 milliónir krónur í vinningsbýti til eigararnar í 2016, sum er tað sama, sum í 2015.

 

Um útlitini fyri næsta ár skrivar felagið, at »roknað verður við, at úrslitið fyri 2017 eisini verður positivt«.