KLIPP: Kirstin Helgadóttir í Føroyahúsinum

Fram til 12. september skipar Føroyska Listsfelagið í Danmark fyri eini listaframsýning hjá Kirstin Helgadóttir í Føroyahúsinum í Keypmannahavn.

 

Kirstin er búsitandi í London, har hon er í ferð við ein yvirbygnað innan grafiska sniðgeving á Royal College of Art.

 

Umframt at arbeiða við grafikki, framleiðir hon m.a. kollagir, ið er høvuðsmiðilin brúktur í verkunum til hesa framsýningina. Myndir hennara eru surrealistiskar í dámi - onkuntíð hella myndevnini yvir í tað heldur komiska/psycadeliska, ið er eyðkent fyri kollagu - men viðgera samstundis evni, ið hoyra til dagsins samfelag.

 

Hon nýtir útklipp úr gomlum bókum, ið hon finnur í endurnýtsluhandlum, sum hon síðani setir saman til nýggjar myndir og nýggj úttrykk. At geva gomlum prentaðum síðum nýtt lív er aðalmál hennara.