fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 3°C

Vindur 10.3m/s

Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 17.02.2017 (09:15)

Kliptu nummarpláturnar av tíggju bilum

Løgreglan hevur verið á rundferð í Havn og í Hoyvík við saksinum og leita eftir bilum, har eigarin ikki hevur goldið vegskatt.

 

Tá ið bileigarar ikki rinda vegskatt, hóast teir hava fingið fleiri áminningar frá Akstovuni, fær løgreglan boð um tað við eini áheitan um at klippa pláturnar av bilinum, so at teir ikki fáa kort.

 

Og nú hevur løgreglan so verið runt í Havn og í Hoyvík, og í tí sambandi eru nummarpláturnar kliptar av 10 bilum.

 

Eigarin má sostatt rinda tann vegskattin, hann skyldar, umframt pengar fyri nýggjar nummarplátur, áðrenn hann sleppur at koyra aftur.