Kloakkir á kortið

Ein tann størsti trupulleikin við kloakkunum í Havnini er, at serliga innanfyri ringvegin eru tær als ikki kortlagdar, og tí má fyrsta stigið vera at staðfesta júst hvar rørleiðingarnar eru. Ein heildarloysn fyri kloakkviðurskiftini má gerast, og so má málið raðfestast

 

Tað kann væl vera, at tað ikki er so tølandi at tosa um spillivatn og kloakkir, sum tað er at tosa um ítróttahallir og fótbóltsvøllir. Men støðan við kloakkleiðingunum í Havnini er sjálvandi ein trupulleiki, sum má og skal loysast.

 

Tað ræður um at skap ein so góðan trivnað sum til ber í kommununi, og ein partur av trivnaðinum er  eisini at hava kloakkviðurskiftini upp á pláss.

 

Tórshavnar kommuna hevur longu gjørt nógv við málið. Seinastu tíggju árini eru Rættará, Hoydalsá og Tváttá reinsaðar, og nýggj reinsiverk eru sett upp m.a. við Súpanarvík (nærhendis Boðanesheiminum) og við Djúpagilsvegin. Átrokandi er nú at viðlíkahalda og røkja verandi leiðingar og gera umvælingar, har tað er neyðugt.

 

Kommunan hevur sett 5 mió. krónur av til arbeiðið í fíggjarætlanini fyri 2017. Fíggjarætlanin er tó enn ikki samtykt, so har kunnu koma broytingar enn.

 

Givið er, at hetta málið ikki verður loyst uppá stutta tíð, men tað koma eisini fíggjarætlanir fyri 2018, 2019 og so framvegis, og at gera eitt sindur í senn er eisini gott.

 

Málið er heldur ikki so lætt at loysa. Serliga innanfyri ringvegin eru kloakkirnar í støðum í sera ringum standi. Miðbýurin er gamal, og tað finst einki nágreiniligt yvirlit yvir, hvussu rørleiðingarnar liggja.

 

Tí má fyrsta stig á leiðini sjálvandi vera at fáa kortlagt, hvar rørini eru. Neyðugt er at finna eina heildarloysn og so fara í gongd – og so skal málið raðfestast.

 

Tað ber ikki til at loysa kloakktrupulleikarnar í Havn eftir einum ári. Men eitt valskeið er fýra ár, og nógv kann gerast upp á fýra ár.

 

Eg vil fegin vera við til at gera mítt fyri at tryggja, at hetta verður raðfest komandi árini.

 

X við Theresu Turiðardóttir Kreutzmann

Valevni fyri Javnaðarflokkin