Samanber vaksinu-mótstøðu við rúsdrekkakoyring

54 ára gamli venjarin hjá Liverpool, Jürgen Klopp, er ikki mjúkur í orðum um fólk, sum ikki vilja lata seg koppseta móti koronu.

 

- Eg læt meg ikki koppseta bara fyri at verja meg sjálvan, men fyri at verja onnur, sigur Jürgen Klopp.

Sambært The Observer skilir venjarin hjá Liverpool, Jürgen Klopp, slett ikki, at tað eru fleiri, sum ikki vilja lata seg koppseta móti koronu. Skulu vit trúgva venjaranum og The Observer, eru 99 prosent av spælarunum hjá Liverpool koppsettir.

 

- Tað var ikki neyðugt hjá mær at sannføra spælararnar. Hetta var meira ein náttúrlig avgerð, sum liðið tók. Eg veit meg í veruleikanum ikki at hava snakkað við ein einasta leikara undir fýra eygum um hetta. 

 

Jürgen Klopp sigur, at hann ringdi til læknar og serfrøðingar, sum hann hevur kent í fleiri ár og spurdi, hvat hann skuldi gera. Hann viðgongur eisini, at hann sum 54 ára gamal er í øktum vanda fyri at gerast illa sjúkur, um hann fær koronu.

 

- Hetta hevði eisini sína ávirkan á, at eg læt meg koppseta so skjótt, tað var møguligt, sigur venjarin.

 

Jürgen Klopp vísir á, at flestu av okkum hava verið í teirri støðu, at vit hava drukkið eina ella tvær øl og hildu, at vit saktans kundu koyra bil. Men, tí lógin sigur, at vit ikki skulu koyra, koyra vit ikki. 

 

##med2##

 

- Men, lógin er ikki gjørd fyri at verja meg, tá eg havi drukkið eina ella tvær øl, men fyri at verja onnur menniskju, tí eg eri fullur. Vit góðtaka, at hetta er ein lóg og gera sum best fyri at halda hana.

 

Jürgen Klopp leggur dent á, at hann læt seg ikki koppseta bara fyri at verja seg sjálvan, men í enn størri mun fyri at verja onnur menniskju, sum eru rundan um hann. 

 

- Eg skilji ikki, hvussu hetta kann vera ein avmarking av frælsinum. Eg læt meg koppseta, tí eg var bangin um meg sjálvan, men eg eri enn meira bangin um tey, sum eru kring um meg, sigur Jürgen Klopp sambært The Observer.

 

- Eg læt meg ikki koppseta bara fyri at verja meg sjálvan, men fyri at verja onnur, sigur Jürgen Klopp.