Klumma: Horvin millum check in og gate

Klumman hjá Høgna Djurhuus, sum vanliga er at finna á baksíðuni á Vikuskifits Sosialinum, er hesaferð heldur her á in.fo. Tó so verður klumman hjá Høgna Djurhuus við í Vikuskiftis blaðnum, sum vanligt er, í komandi viku. 

 

Høgni Djurhuus skrivar: 

 

 

Tá tú situr og biðar í floghavnum uttanlands, og tað geri eg altíð, tí sum áður skrivað her, eri eg altið í góðari tíð, sera góðari tíð, stúri hvørja ferð fyri at verða ov seinur. Men aftur á slóðina, tá eg siti og bíði í floghavnum, hoyri eg í heilum tey rópa eftir fólki um at skunda sær til okkurt flogfar, flight nummar tað ella tað, sum fer hagar ella hagar, portið er stongt og flogfarið er klárt at lætta sær á.

 

 

Hví skulu tey skunda sær meira enn um hin grábeinti rann eftir teimum á flugubeinum til eitt portur, sum longu er stongt? Tað, millum annað, skilji eg ikki. Men eg skilji heldur ikki, hví øll hesi fólkini, sum ætla sær at ferðast, hvørva, áðrenn ferðin rættiliga byrjar. Tey eru væntandi skrivað inn, annars vórðu tey neyvan eftirlýst trygdarmegin í floghavnini.

 

 

Ofta verður rópt fleiri ferðir eftir sama fólki. Portrið er framvegis stongt, og flogfarið framvegis klárt at fara upp og út í stóru verð. Men hví hvørva fólk so ofta í einari floghavn? Hugsi eg. Her eru so nógv onnur allastaðni. Kanska sovna tey bara ella detta av á vesinum. Ella gloyma rætt og slætt tíð og stað, sum tey siga. Gloyma, hvar tey eru og hví, tey eru har. Veit ikki svarið.

 

 

Seinast, eg var í Kastrup, varð rópt eftir einum, sum skuldi til Føroya við SAS.

 

 

Var á Bornholm herfyri. Flogskiparin boðaði frá, at ferðin til Keypmannahavnar vardi bara 25 minuttir, eitt korter minni enn stóð á ferðaseðlinum. Á honum stóð 40 minuttir. Men teir 15 minuttirnar mistu vit sjálvandi. Tað hendir hvørja ferð, flogtíðin verður søgd at vera styttri enn áður boðað frá. Okkurt óvæntað hendir.

 

 

Í flogfarinum, sum var klárt at fara á Bornholm, høvdu tær eitt tal. So nógv vóru umborð, klár at fara. Einasta flogfar á flogvøllinum, Men tað talið var minni enn talið á teimum, sum høvdu skrivað seg inn, varð sagt har inni í pinkufloghavnini. Kanska hava tey rópt eftir tí eina ferðafólkinum, sum var horvið.

 

 

Tvey nøvn vórðu rópt í flogfarinum, fyrst eitt danskt og seinni eitt arabiskt. Einki úrslit. Onkur dugdi ikki at telja. Flogfarið var fult, men ein stólur framman fyri, har sum eg sat, var tómur. Tær blivu so samdar um eitt tal. Um tað var rætt ella ikki, pluss minus eitt fólk, veit eg ikki. Men vit fóru so, seinkað, og vóru í Keypmannahavn, tá vit áttu at vera har sambært ferðaseðlinum og ikki eitt korter fyrr.

 

Aftur til tey horvnu ferðafólkini.

 

 

Ganga tey í allar ævir og ráva í kjallarunum í floghavnunum og finna ikki potrið?

Ella hava tey ongantíð verið til sum annað enn ein teldufeilur?

Hevur onkur kannað tað? Ella koma tey øll afturíaftur, rennandi pøst til portið, sum er stongt?

Eg spyrji og spyrji, tí eg veit ikki svarið.

Einki verður sagt í hátalarunum um lagnuna hjá øllum hesum eftirlýstu fólkunum.

 

 

Annars hevði onkur fragd av tí at fáa tey í fráfaringarhølunum at rópa eftir onkrum, sum ikki var til. Men navnið ljóðaði púra ørt, tá sakleys flogvallarstarvsfólk róptu tey út í høllina. Eftirnavnið kundi vera til dømis Justfarted. So stóðu kúllarnar undir einum hátalara og tóku upp og flentu. Og løgdu á netið, so onnur eisini kundu flenna.

 

 

Annars er flogferðslan góð hjá okkum autistum, orsaka, hjá okkum, sum bera autismu, tí hon broytist ikki. Tað tekur til dømis tveir tímar at flúgva millum Sørvágs og Keypmannahavnar. Tað gjørdi tað eisini fyri 40 árum síðani.

 

 

Hon, flogferðslan, er eisini góð hjá okkum realistum. Tær broytingar, sum hóast alt eru, gera flogferðsluna truplari hjá okkum, sum flúgva millum lond.