Knappliga er vegurin eitt eldhav

Lastbilførari sá ikki parkeraðan lastbil, og so var eldur í.

Eitt vakmyndatól í Hangzhou í Kina fangaði hendingina, tá ein lastbilførari ikki legði til merkis ein parkeraðan lastbil, og tískil rendi á hann.

 

 

Útlendskir miðlar vita ikki orsøkina til óhappið, men staðfesta, at nærum í somu løtu, sum samanstoyturin hendi, var koyrivegurin eitt eldhav.

 

 

Gitt verður, at orsøkin til brestin og eldin er innihaldið í lastbilunum, máling, og fest er í, tá samanstoyturin hendir.

 

 

Øll komu væl frá hendingini.