KOKS skal geva maratonrennarunum at drekka

Fyrst fóru føroyingar at renna maraton úti í heimi, men seinastu árini er skipað fyri fleiri hálvmaraton og maratonkappingum her í Føroyum. Tað er týdningarmikið at skilja seg út úr mongdini í kappingini um uppmerksemi og tað ger nýggjasta kappingin við lít.

 

Tí 7. til 9. septembur fara føroyingar og útlendingar at renna maraton í føroysku fjøllunum. Talan er um Útilív Adventure Festival, sum bjóðar fólki at koma at renna í Norðstreymoy.

 

Tey, sum hava hug at royna seg, kunnu velja millum fýra ymiskar teinar. Teir báðir longstu teinarnir, ultramaraton, sum er 65 kilometrar, og maraton, sum er 42 kilometrar, eru úr Leynum til Saksunar og síðani víðari til Tjørnuvíkar.

 

Sunda kommuna veit at siga, at út við 200 útlendingar hava meldað seg til renningina. Millum teirra eru tað, sum mugu metast sum heimsstjørnur innan hetta slagið av renning. Mira Rai úr Nepal hevur teknað seg til at renna hálvmaraton.

- Tað sær ótrúligt út. Líkist als ikki Nepal. Vit hava einki hav í Nepal og hygg eftir Føroyum! Eg gleði meg at vitja har, sigur Mira Rai. Mira Rai hevur vunnið ein hóp av slíkum kappingum, síðani hon byrjaði at kappast í 2014. Hon eigur eisini fleiri met í altjóða kappingum, so sum Mont Blanc 80 km og Ben Nevis Ultra.

 

Ein annar altjóða luttakari er danska Kristina Schou Madsen, sum í mars setti nýtt met í at renna upp á Kilimanjaro-fjallið, hægsta fjall í Afrika. Hon brúkti seks tímar og 53 minuttir upp á at renna úr 1.630 metrum upp á 5.895 metra høga toppin.

 

Tveir aðrir kendir sonevndir trail-rennarar, sum koma til Føroya, eru Tom Owens úr Onglandi og Simon Grimstrup, sum er á danska landsliðnum.

Her verður ikki runnið eftir landsvegnum, nei. Ultramartonleiðin gongur úr Leynum, inn gjøgnum Mýrarnar upp á Sneis og síðani í ein vestan Framm á Vatn. Síðani verður runnið vestur á Hægstafjall og síðani norður eftir vestursíðuni á Streymoynni, omanfyri Vestmannabjørgini. Hiðani skulu rennararnir renna upp á Ørvisfelli og síðani vestur aftur framvið Malaknúki, síðani norður á Pollin og til Saksunar. Hiðani gongur leiðin upp á Tjørnuvíkarskarð og Heyggin Mikla, norður í Sjeyndir og síðani fram við fjallartromini í ein boga vestureftir og suðureftir og síðani um Tjørnuvíkarskarð niður í Tjørnuvík.

 

Tey, sum velja maratonleiðina renna inn gjøgnum Mýrarnar, framvið Ærgisá móti Heygadali, upp á Loysingafjall og síðani Framm á Vatn. Hiðani gongur leiðin gjøgnum Snædal móti Gásavatni og Heljardalsá. Síðani upp á Koppsenni, norður á Pollin og til Saksun. Hiðani er tað beina leið um Tjørnuvíkarskarð til Tjørnuvík.

 

Longri túrurin er tilsamans 3.500 hæddarmetrar, meðan hægsta hæddin er 650 metrar. Maratonteinurin er 2250 hæddarmetrar og er upp á tað hægsta 625 metrar.

 

Teir báðir styttru teinarnir eru úr Saksun til Tjørnuvíkar. Hálvmaratonleiðin gongur úr Saksun upp á Húgvuna, síðani norður á Skoradalsheyggj, suður aftur á Heyggin Mikla og so umvegis Tjørnuvíkarskarð niður í Tjørnuvík.

 

Stysti teinurin, 13 kilometrar, er úr Saksun upp á Húgvuna og síðani um Tjørnuvíkarskarð niður í Tjørnuvík.

 

Tað er sjálvandi ikki vandaleyst at renna í føroysku fjøllunum, og tí hava fyriskipararnir lagt inn fleiri eftirlitsstøð á teininum.

- Vit hava ásett eitt evsta mark fyri nær rennararnir skulu koma framvið eftirlitsstøðunum. Eru teir ov seinir, sleppa teir ikki at halda á. Hetta er fyri at tryggja okkum, at allir rennararnir koma niður aftur úr fjøllunum áðrenn myrkur legst yvir landið, siga fyriskipararnir.

 

Tað er fólk við tilknýti til ensku fyritøkuna Little Big Adventure, sum hava tikið stig til kappingina. Tey hava drúgvar royndir í renni tiltøkum uttanlands og hildu, at tað er upplagt at skipa fyri slíkari renning í Føroyum. Meginparturin av kappingini gongur fyri seg í Sunda kommunu, og tí skipar kommunan fyri kappingini saman við hinum fyriskiparunum. Sambært kommununi hava fyriskipararnir samstarva við føroyskar veitarar og teir bøndur, sum eiga jørð, har runnið verður.

  

Eitt, sum fyriskipararnir fegnast um, er, at hetta helst er einasta kapping í heiminum, har luttakararnir fáa mat frá eini Michelin-matstovu á vegnum. KOKS er sett sum eitt av eftirlitsstøðunum og her verður høvi hjá rennarunum at fáa okkurt at bíta í og okkurt at drekka á langa teininum, sum bíðar teimum.

- Vit ivast ikki í, at hetta er fyrsta slíka kapping í heiminum, har ein Michelinstjørnumatstova er eftirlitsstað og bjóðar rennarunum mat og drekka, siga fyriskipararnir.

 

Sjálvar rennikappingarnar eru leygardagin 8. Septembur. Fríggjadagin eru fyrilestrar og filmar á skránni og sunnudagin er høvi hjá luttakarunum at royna ymiskar aðrar útilívsavbjóðingar.