fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 13.2m/s

Leita á in.fo

Kirkjubø. Mynd: Ingi Sørensen

Danjal av Rana 12.10.2018 (09:52)

Kolandi stormur í hvirlunum

Í kvøld og í nátt fer eitt djúpt lágtrýst í ein norðan millum Ísland og Føroyar og brúgvalagið haðani fer framvið Føroyum seinnapartin. Um vikuskiftið makar hann vindin og tað klárar í, tó okkurt æl. Í næstu viku koma nýggj brúgvaløg inn yvir Føroyar.

 

Veðrið í dag

Fyrrapartin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s, skýggjað og regn, men út á dagin klárar í. Hitin millum 8 og 11 stig. Seinnapartin ella í kvøld øtlar hann vindin í skrið ella storm av suðri, seinni útsynningi, 18 til 23 m/s, við hørðum hvirlum upp í kolandi storm, 25 til 30 m/s. Mest skýggjað og ælaveður. Út á náttina makar hann vindin. Tað klárar í, tó okkurt æl. Hitin millum 8 og 11 stig.

 

Í morgin

Strúkur í vindi ella skrið av útsynningi, 13 til 18 m/s, sum út á dagin makar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Samdrigið og okkurt æl. Hitin millum 6 og 10 stig.

 

Sunnudagin

Gul til stívt andøvsgul av útsynningi, seinni av suðri, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur turt og møguliga sólglottar, men út á kvøldið og náttina meiri skýggjað og ælaveður. Hitin alt samdøgrið millum 6 og 10 stig.

 

Mánadagin

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av suðri og útsynningi, 8 til 13 m/s, sum um náttina snarar í ein landsynning og eystan. Samdrigið og ælaveður. Hitin alt samdøgrið um 8 stig.

 

Týsdagin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynngini, 10 til 15 m/s, sum seinni lækkar í ein sunnan og makar í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Skýggjað og samregn. Hitin um 10 stig. Um náttina gul til stívt andøvsgul av suðri og eystri, 5 til 10 m/s, samdrigið og ælaveður. Hitin um 7 stig.

 

Mikudagin

Gul til stívt andøvsgul av eystri, 5 til 10 m/s, sum lækkar í ein útnyrðing og øtlar í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Samdrigið og ælaveður. Hitin um dagin um 10 stig, um náttina um 7 stig.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her