fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 9.3m/s

Leita á in.fo

Føroya Reiðarafelag 11.03.2017 (11:51)

Kollveltandi nýskipan í fiskivinnuni

Mánadagin kunngjørdi landsstýrið uppskot um nýskipan í fiskivinnuni. Samanumtikið er talan um eitt kollveltandi uppskot, ið fer at hava álvarsligar avleiðingar fyri vinnuna. Tí er neyðugt at umhugsa støðuna væl, áðrenn politiska skipanin arbeiðir víðari við uppskotinum.

 

Í fyrsta lagi gevur hetta uppskotið landsstýrismanninum sera víðfevndar heimildir at skipa fiskivinnupolitikkin í kunngerð. Til dømis kann landsstýrismaðurin velja at luta ein stóran part av kvotunum út á uppboðssølu, og tað elvir til stóra óvissu í vinnuni. Tá víðar heimildir verða givnar landsstýrismanninum at skipa virksemið í kunngerð, verður altíð stór óvissa um, hvussu hesar heimildir verða handfarnar í framtíðini.

 

Eisini hevur uppskotið herdar og torgreiðar reglur um anti-trust og miðsavnan. Samstundis sum ein stórur partur av kvotunum kann fara á uppboðssølu, eru fleiri feløg skerd frá at bjóða uppá hesi rættindi.

 

Vanliga verða anti-trust reglur settar í verk fyri at verja brúkaran ímóti høgum prísum hjá teimum, ið hava ráðandi støðu á marknaðinum. Í hesum føri eru anti-trust reglurnar skipaðar fyri at forða fyri, at fiskivinnan fær ov stóra ávirkan á førda fiskivinnupolitikkin. Hetta er ikki ein saklig grundgeving fyri slíkum anti-trust reglum.

 

Einki verður sagt um, hví júst hesi anti-trust mørk eru sett. Tá greinin um anti-trust varð løgd fyri tingið í 2006 varð í viðmerkingunum mælt til at seta mørkini varisliga og lágt. Nú eru mørkini sett enn lægri og við nýggjum herdum reglum.

 

Eisini er stórt ivamál um, hvussu kvoturnar, sum verða seldar á uppboðssølu, fara at ávirka verandi rættindi. Um tær seldu kvoturnar skulu vaksa og minka lutfalsliga saman við heildarkvotuni í framtíðini, so verða verandi rættindi útholað sum frá líður.

 

Alivinnan fegnast um at hava eina langa virðisketu, har feløgini stýra framleiðsluni frá byrjan til enda. Men í fiskivinnuni skulu verandi aktørar álast sundur í smærri bitar við anti-trust reglum og kravi um at bjóða 60% av veidda fiskinum út. Hetta fer at minka um virðisøkingina í flotanum og elvir ikki til nýskapan.

 

Í Føroyum eru tríggjar alifyritøkur, trý flutningsfeløg, tveir bankar, tvey oljufeløg, tvey tryggingarfeløg, tvær telefyritøkur og ein elveitari. Men fiskivinnan skal handfarast á heilt øðrvísi hátt við strongum og torgreiddum reglum um anti-trust og uppboðssølu.

 

Reiðarafelagið hevur víst á aðrar loysnir, hvussu landið kann fáa ein part av tilfeingisrentuni í landskassan. Hetta kann gerast við at áseta eitt gjald fyri hvørt fiskaslag grundað á fiskaprísin. Hetta tryggjar, at landið fær sítt, uttan at taka alt yvirskotið frá skipunum.

 

Reiðarafelag fegnast um, at eitt ítøkiligt uppskot loksins er lagt fram, soleiðis at til ber at meta um avleiðingarnar av tí, og felagið fer sjálvsagt at luttaka virkið og konstruktivt í hesi tilgongd.

 

Reiðarafelagið vil tó vísa á, at felagið ikki hevur havt møguleika at gera viðmerkingar til uppskotið frammanundan. Felagið hevur at kalla ikki verið partur av hoyringstilgongdini og hevur ikki havt møguleika at gera viðmerkingar til ætlaða ítøkiliga politikkin hjá landsstýrinum.

 

Stefan í Skorini, stjóri í Føroya Reiðarafelag