Komið aftur til kjarnina í málinum

Kjarnin í málinum er, at politikari og løgreglumaður hevur sagt seg kunna skaffa hassj til ungar kvinnur, og at hann sigur seg hava tætt samband við navngivnan persón, sum vanliga liggur inni við hassji

Kjarnin í málinum er, at politikari og løgreglumaður hevur sagt seg kunna skaffa hassj til ungar kvinnur, og at hann sigur seg hava tætt samband við navngivnan persón, sum vanliga liggur inni við hassji

 

Nógv kjak og umrøða hevur verið av greinum um løgtingsmannin og løgreglumannin Bjarna Hammer, sum Sosialurin hevði í blaðnum mánadagin 26.  februar. Tað er sjálvandi ikki komið óvart á okkum, tí talan var um eina skakandi søgu við bæði óvanligum innihaldi og umstøðum. Kjakið, sum síðani hevur verið um journalistiska arbeiðið hjá Sosialinum, hevur stundum verið so misvísandi og órímiligt, at vit við hesum vilja staðfesta nøkur viðurskifti í sambandi við greinina.

 

Kjarnin í greinini um Bjarna Hammer var, at hann í samrøðu við ungar kvinnur segði seg kunna skaffa teimum hassj, og at hann segði seg hava tætt tilknýti til mann, sum innflutti og lá inni við hassji, og at hann tí vanliga kundi fáa fatur á hassji. Eisini umrøddu tey í samrøðuna eina hending, har Bjarni Hammer áður skuldi havt givið ungu kvinnunum hassj.

 

Upptøka er av samrøðuni, og Sosialurin hevur endurgivið partar av samrøðuni í blaðnum. Vit hava endurgivið Bjarna Hammer fyri tað, sum hann sjálvur segði í samrøðuni. Bjarni Hammer sigur, at hann kundi og vildi skaffa hassj frá einum navngivnum persóni til ungu kvinnurnar.

 

Sosialurin hevur í sínum dekningi ikki lagt Bjarna Hammer undir at selja hassj, og Sosialurin hevur ikki aðra dokumenatión fyri, at Bjarni Hammer hevur latið ungu kvinnunum hassj, enn tað, sum kvinnurnar siga, og tað, sum Bjarni Hammer sjálvur sigur í samrøðuni við ungu kvinnurnar. 

 

Álvarsmál

Kanningararbeiðið hjá Sosialinum byrjaði við, at blaðið fekk eitt tipp um, at  Bjarna Hammer hevði tilknýti til hassj. Innihaldið og ábendingarnar í hesum tippi var so álvarsamt, at vit valdu at kanna málið nærri. Bjarni Hammer er ikki ein og hvør, hann er ein týðandi valdspersónur í samfelagnum. Bjarni Hammer er løgtingsmaður, hann er løgreglumaður (í farloyvi), og hann er kommunustýrislimur. Tí hevur slíkt mál almennan áhuga og samfelagsligan týdning.

 

Kanningararbeiðið staðfesti, at Bjarni Hammer segði seg kunna og vilja skaffa hassj, og hann segði seg hava tætt tilknýti til mann, sum liggur inni við hassji.
Hesa søgu valdu vit at skriva í Sosialinum tann 26. februar undir yvirskriftini ”Bjarni Hammer: Vildi skaffa hassj til ungar kvinnur”.

 

Sosialurin hevur dokumentatión fyri tí, sum er skrivað í blaðnum.

 

Valdu at melda

Umstøðurnar kring kanningararbeiðið og søguna eru heilt serligar, tí Sosialurin valdi at lata løgregluni tilfarið í málinum – alment er tað at melda. Hetta er sera óvanligt fyri ein miðil at gera. Sosialurin hevur ikki gjørt hetta áður á hendan hátt, og tað er trupult at síggja, at blaðið fer at gera tað aftur. Men í hesum einstaka føri talaði nógv fyri, at Sosialurin skuldi lata løgregluni málið.

 

Okkara hægsta raðfesting var at verja keldurnar. Vit hava við ein sera valdsmiklan persón í okkara lítla samfelagi at gera, og óvissa var um, hvussu hesin valdsmikli persónurin fór at reagera og brúka sína valdsstøðu, tá ið hann frætti um søguna, sum Sosialurin arbeiddi við. Tí var mett best at lata løgregluna fáa málið, so at keldurnar harvið fingu bestu verjuna, sum samfelagið kann veita teimum. Sosialurin hevur ikki brotið kelduverjuna, tí keldurnar ynsktu sjálvar at løgregluna fekk boð um málið. Sosialurin valdi at taka ábyrgdina á seg og lata løgregluni tilfarið.

 

Nú liggur málið hjá løgregluni, og danskir løgreglumenn kanna tað. Í dag hevur danski ríkisadvokaturin boðað frá, at hann ikki gera meira við eitt møguligt revismál ímóti Bjarna Hammer. Hetta var væntandi, tí eitt revsimál krevur vanliga, at prógv eru fyri, at ein virkin gerð er gjørd í málinum. Eitt møguligt disiplinermál innan løgregluna verður kannað nærri. Og eftir stendur spurningurin, um politiska umhvørvið og løgreglan kunnu liva við atburðinum og framferðini hjá Bjarna Hammer.

 

Grugga málið

Síðani Sosialurin skrivaði greinarnar um Bjarna Hammer, hevur nógv kjak verið um málið. Her er talan um óvanliga hending og um óvanliga miðlasøgu, og tí verður hon sjálvsagt umrødd allastaðni ­­–­ bæði á seriøsan og óseriøsan hátt.

 

Fyri Sosialin hevði tað ivaleyst verið nógv lættari at lata tippið fara aftur við borðinum, men miðlar hava skyldu og ábyrgd at kanna ivasom viðurskifti í samfelagnum, serliga tá ið greiða ábendingar eru um tað, og hesa skyldu tekur Sosialurin í stórum álvara.

 

Seinastu tíðina hava fólk og miðlar roynt at grugga málið við gitingum, illgitingum og skuldsetingum, sum eitt nú rógva fram undir, at Sosialurin skal hava politisk áhugamál í søguni. Soleiðis er ikki. Sosialurin hevur gjørt eitt seriøst, gravandi arbeiði í málinum og hevur avdúkað framferðina hjá einum av framstandandi politikarunum í landinum.

 

Tá ið summir miðlar á óseriøsan hátt – og í stríð við journalistiskar meginreglur – royna at niðurgera keldur og boðbera, er tað á so slíkum støði, at vit ikki ynskja at svara slíkum skuldsetingum. Og vit vilja heldur ikki gita ella illgita hesar miðlar fyri at renna ørindi fyri partar í málinum, sum fóðra teir.

 

Tað er umráðandi, at fólk ikki lata seg órógva av hesari roynd at undirgrava eitt seriøst og dokumenterað journalistiskt arbeiði, og tað hevur týdning, at vit halda fast um kjarnina í málinum – at ein løgtingsmaður og løgreglumaður hevur sagt seg kunna skaffa hassj til ungar kvinnur, og at hann sigur seg hava tætt samband við navngivnan persón, sum vanliga liggur inni við hassji.