fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 13m/s

Leita á in.fo

Barbara Holm 03.01.2018 (17:23)

Komið heldur til samráðingarborðið

- Tað er meira virðiligt at brúka tíð við samráðingarborðið enn í miðlunum, heldur Kristina Háfoss, sum biður Pedagogfelagið koma aftur til samráðingar.

 

 

Í gjár segði Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum, við in.fo, at als einki samband er millum partarnar og tí kann skiljast, at tað er langt millum partarnar framvegis. Í dag sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í Fíggjarmálum, at hon vónar, at partarnir klára at finna eina góða loysn.

 

 

- Eg vóni, at Pedagogfelagið heldur vil brúka tíðina við samráðingarborðið. Tað er meira virðiligt enn at brúka alla tíðina í miðlunum. Tí tað er við samráðingarborðið, at loysnir kunnu finnast, sigur landsstýriskvinnan.

 

 

Hóast hon einki vil siga um samráðingarnar við Pedagogfelagið, so greiðir hon yvirskipað frá, at Fíggjarmálaráðið heldur seg til ætlanina, sum er ein lønarvøkstur á 5% yvir tvey ár, og sum svarar til tað, sum ”vanligu” sjúkrarøktarfrøðingarnir fingu, sum hon málber seg.

 

 

- Eg vóni vit kunnu finna eina góða loysn, men tað krevur eisini, at vónirnar eru settar eftir tí, sum mótparturin klárar at bjóða, sigur landsstýriskvinnan.

 

 

Hon vísir eisini á, at hóast ein ætlan er, har landið samlað hevur sett 110 milliónir av til lønarvøkstur yvir tvey ár, so eru tey sinnað at viðgera tey viðurskifti, sum hava týdning fyri hvørt einstakt fakfelag.

 

 

- Tey ymisku fakfeløgini hava ymisk ynski. Onkur vil hava hægri endaløn, onkur við hava hægri eftirløn, onkur hægri byrjunarløn. Tað viðgera vit sjálvandi við teimum ymisku fakfeløgunum, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.  


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her