fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 4°C

Vindur 12.4m/s

Leita á in.fo

Danjal av Rana 16.02.2017 (14:27)

Kommunulæknamálið: Gjørdi seg inn á 9 kvinnur

Fongsul í 18 mánaðir, 104.000 krónur í endurgjaldi og missir rættin at virka sum og kalla seg lækni. Tað var dómurin hjá Lousie Rask Havegård, dómara, í málinum móti kommunulæknanum.

 

Hann varð seinnapartin dømdur fyri at hava gjørt seg inn á níggju av teimum 12 kvinnunum, sum hann varð ákærdur fyri at hava gjørt seg inn á í læknaviðtalu síni.

 

Upprunaliga var kommunulæknin ákærdur fyri at hava gjørt seg inn á 12 kvinnur, men í tveimum førum bað ákæruvaldið um, at maðurin ikki skuldi dømast fyri at hava gjørt seg inn á kvinnurnar. Í  einum øðrum føri kom dómarin til ta niðurstøðu, at fyrningarfreistin var farin og tí kundi maðurin ikki dømast sambært ákæruni í tí førinum. Læknin varð eisini fríkendur fyri brot á autorisatiónslógina.

 

Dómarin dømdi mannin at missa loyvi at virka sum og kalla seg lækni. Revsilógin sigur, at ein slík revsing kann vara frá einum til fimm ár, ella vera óavmarkað í tíð. Í hesum føri merkir tað, at um kommunulæknin ynskir at virka sum lækni aftur, má hann fyrst mentalkannast og síðani fyri ein dómara, sum skal taka støðu til, hvørt tað er trygt at geva honum loyvi at virka sum lækni aftur. Dómarin segði, at orsøkin til, at læknin varð dømdur at missa loyvi at virka sum lækni, var at hon metti tað vera vanda fyri, at hann fór at fremja fleiri lógarbrot, um hann slapp at framhaldandi virka sum lækni.

 

Í rættinum greiddi dómarin frá, at hon metti, at kvinnurnar høvdu givið eina góða og trúverdiga frágreiðing, um hvat er farið fram undir læknaviðtalunum. Hon vísti eisini á, at serfrøðingarnir og læknarnir, sum høvdu greitt frá í rættinum, høvdu gjørt greitt, at tað, sum kommunlæknin hevði gjørt, ikki var í samsvar við vanliga mannagongd.

 

Sum partur av síni verju vísti læknin á, at hann hevði ein skaða í hond síni og tí var tað møguligt, at hann av óvast hevði nortið við onkustaðni, har hann ikki átti at havt nortið við. Dómarin metti tó ikki, at hetta var sannlíkt og vísti á, at sambært frágreiðingunum var tað ikki av óvart, at maðurin hevði nortið við undirlívi á kvinnunum.

 

Dómarin segði, at hon metti tað var herðandi fyri revsingina, at læknin hevði gjørt seg inn á so nógvar kvinnur. Hon metti tað eisini vera herðandi umstøður, at talan var um ein lækna og at hetta fór fram í læknaviðtalum. Hetta vóru støður, har kvinnurnar skuldu følt seg tryggar og sum byggja á eitt álit millum kvinnuna og læknan.

 

Hon segði eisini, at tað ávirkaði ikki hennara støðutakan, at tað gekk so lang tíð, áðrenn kvinnurnar høvdu meldað málið. Hon vísti á, at tær høvdu liðið undir stórari skuldarkenslu og eingin teirra trúði, at nøkur onnur hevði verið í somu støðu.

 

Hinvegin segði hon, at hon hevði linkað revsingina nakað, av tí at hon eisini tók rættin at virka sum lækni frá manninum. Hetta segði hon var í samsvar við revsilógina, har tað stendur tilskilað, at um ein missir loyvi at virka sum lækni, skal fongsulrevsingin minka samsvarandi.

 

Les eisini: Kommunulæknamálið: Kæra dómin

Les eisini: Kommunulækni í Føroyum skuldsettur fyri kynsligan ágang

Les eisini: Kommunulækni kannast fyri kynsligan ágang 

 

Les eisini: 13 hava nú melda


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her