Leita á in.fo

Kommunulæknafelag Føroya 03.05.2018 (14:47)

Kommunulæknaøkið bløðir út

Skriv frá Kommulæknafelag Føroya 3. mai 2018


Tað er hugstoytt at síggja, hvussu lítla virðing avvarðandi myndugleikar hava fyri arbeiðsumstøðunum hjá kommunulæknum. Um verandi gongd heldur áfram, og trupulleikarnir ikki verða tiknir í álvara, gerst úrslitið, at kommunulæknaøkið bløðir út, tí orsakað av vánaligu umstøðunum vera tað alt færri læknar, ið fara undir at serútbúgva seg til kommunulækna. Ein onnur álvarslig avleiðing er, at vánaligu arbeiðsumstøðurnar sum frálíður fara at ganga út yvir góðskuna av tí arbeiði, sum verður gjørt í kommunulæknaskipanini.


Ótolandi arbeiðsumstøðurnar hjá kommunulæknunum fara sum frálíður at fáa álvarsligar avleiðingar fyri alla kommunulæknaskipanina, og tískil fyri brúkararnar – eins væl og alt heilsuverkið – og harvið samfelagið Føroyar.


Væntandi virðingin frá avvarðandi myndugleikunum er vorðin ein alsamt størri hóttan móti allari kommunulæknaskipanini, sum er portrið og atgongdin hjá hvørjum einstøkum føroyingi, ið fyrr ella seinni í lívinum fær brúk fyri heilsuverkinum.


Mest álvasliga hóttanin er, at kommunlæknaøkið bløðir út, tí orsakað av vánaligu arbeiðsumstøðunum velja alsamt færri læknar at útbúgva seg til kommunulækna.


Gularótin hjá teimum, ið umhugsa ella kundu hugsa sær at serútbúgva seg til eitt starv innan kommunulæknaøkið, er og hevur verið, at umstøðurnar fóru at broytast til tað betra. Tíverri hevur gongdin verið tann beint øvugta seinnu árini.


Teir frammanundan ovbyrjaðu kommunulæknarnir hava fingið enn fleiri uppgávur at taka sær av, so tíðin til hvønn einstakan sjúkling rætt og slætt ikki røkkur til. Úrslitinum slepst ikki undan.


Kommunulæknarnir mugu renna skjótari og skjótari, og so at siga hvønn einasta dag arbeiða yvir ella seta seg um kvøldarnar, tá eitt nú børnini eru farin til songar, at avgreiða tað, sum teir ikki náddu í arbeiðstíðini. Slíkar arbeiðsumstøður eru tað ikki nakrir fakbólkar í dagsins samfelagi, sum vilja góðtaka.


Úrslitið er oftani strongd, og at alt fleiri læknar tveita handklæðið í ringin – ella umhugsa at gera tað – og heldur finna sær eitt starv sum sjúkrahúslækni ella flyta av landinum, har størv teirra verða vird, og arbeiðsumstøðurnar eru menniskjansligar. Tað eru tær ikki í Føroyum. Tilboðini úr eitt nú øðrum Norðurlondum tróta ikki, tí læknatrot er nærum allastaðni.


Tað er tí hugstoytt at síggja, at myndugleikarnir ongan vilja vísa til at gera ein nýggjan sáttmála við Kommunulæknafelagið, sum kann bøta um umstøðurnar, men tvørturímóti leggja upp til ein beinleiðis niðurskurð í reallønini hjá kommunulæknunum, ið eru um at hoykna undir verandi arbeiðstrýsti.


Síðani í gjár hava lønirnar hjá læknunum verið frammi alment, har sagt verður, at tær liggja millum 2,2 og 2,9 mió. krónur um árið. Hendan myndin er misvísandi og púra burturvið at brúka. Tað svarar til at siga, at umsetningurin hjá einum timburmeistara ella øðrum vinnurekandi er hansara ársløn, og ikki taka hædd fyri, at viðkomandi bæði skal rinda starvsfólkalønir, eins og allar útreiðslur, ið eru knýttar at virksemi hansara.


Um avvarðandi myndugleikar ikki taka annað skinn um bak, gerst úrslitið við stórari vissu, at fleiri kommunulæknar fara steðga og finna sær annað starv.


Havandi í huga, at miðalaldurin á kommunulæknunum er rættiliga høgur, har onkrir eru farnir langt upp um pensjónsaldur, og nógvir nærkast hesum, og sostatt skjótt leggja frá sær, meðan alt ov fáir leggjast til, er støðan beinleiðis hættislig. Hetta mugu avvarðandi myndugleikar taka í álvara nú, tí annars enda Føroyar sum frálíður sum eitt uland á hesum økinum, og hvør ynskir tað.


Vinarliga
Nevndin í Kommunulæknafelag Føroya


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her