Leita á in.fo

Hallur av Rana 06.12.2017 (21:00)

Kommunulæknatrot: Glottar at hóma

Tá freistin at søkja tey ellivu kommunulæknastørvini, ið Heilsutrygd lýsti leyst í farna mánaði, var úti, hevði stovnurin fingið fýra umsóknir. Umsóknir eru til Skálafjarðar læknadømi, Suðurstreymoyar læknadømi, Vága læknadømi og Norðoya læknadømi.


Heilsutrygd upplýsir, at talan er um umsóknir frá læknum, ið frammanundan ikki eru í føstum kommunulæknastarvi, og at tað er langt síðan, at stovnurin hevur fingið umsóknir til fýra ymisk størv.


Ein positiv gongd er eisini at hóma, tá hugt verður eftir hvussu nógvir læknar eru í teimum ymisku læknadømunum. Føroyar eru deildar upp í níggju læknadømir. Tá Miðlahúsið í summar varpaði ljós á trotið av kommunulæknum var einki læknadømi, ið var fullmannað.


Tá Sosialurin gjørdi eina nýggja gjøgnumgongd av økinum í november, hevði tað eydnast at sett fleiri kommunulæknar í føst størv, og vóru tá trý út av níggju læknadømum, ið vóru fullmannaði. Tey vóru Sandoyar læknadømi, Eiðis læknadømi og Norðstreymoyar læknadømi, har tilsamans fýra nýggir kommunulæknar vóru settir í starv.


Av teimum fýra umsóknunum, ið Heilsutrygd hevur fingið á hesum sinni, eru tvær ymiskar umsóknir til leys størv í Vága læknadømi og Norðoya læknadømi. Um tey bæði størvini verða sett, so verða øll núverandi kommunulæknastørv í teimum báðum læknadømunum sett fulla tíð. Sostatt kann talið av læknadømum, ið eru fullmannað við kommunulæknum, vaksa úr ongum frá í summar, til fimm út av níggju í byrjanini av 2018.


Harumframt eru eisini tvær umsóknir komnar til kommunulæknaviðtalur í Suðurstreymoyar læknadømi og Skálafjarðar læknadømi, ið eru millum tey læknadømir, har tørvurin er størst í løtuni. Í løtuni er einans ein kommunulækni til fýra viðtalur í Skálafjarðar læknadømi, meðan tað í Havnini eru sjey kommunulæknar til tólv viðtalur.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her