Leita á in.fo

Mynd: Norðlýsið

Danjal av Rana 03.01.2018 (18:35)

Kommunulækni álopin í viðtaluni

Beint undan jólum bleiv kommunulæknin í Klaksvík, Magnus Magnussen, álopin í viðtalu síni í læknamiðstøðini í Klaksvík. Hann greiðir í dag Norðlýsinum frá hendingini, sum fór fram 22. desembur.

 

Hann greiðir frá, at tá hann fór seinastu runduna í viðtaluni at sløkkja, stendur ein maður í viðtaluni og krevur at fáa heilivág útflýggjaðan.

 

- Eg kenni mannin sera væl, og hann var ávirkaður. Vit høvdu tosað saman í telefonini fyrr um dagin, har hann hevði biðið um at fáa ávíst slag av heilivági. Eg hevði noktað honum hetta, tí vit útskriva ikki heilivág til ávirkað fólk, greiðir hann frá.

 

Hann sigur, at maðurin nú gjørdist harðmæltur og síðani leyp á seg. 

 

- Hann leyp á meg og rópti,  at eg skuldi gera, sum hann dikteraði og forðaði mær fysiskt frá at sleppa út úr viðtaluni ella til telefonina, sigur hann við Norðlýsið.

 

Magnus Magnussen hevði júst havt vitjan av abbabørnunum og vónaði nú, at foreldrini ikki vóru liðug at lata tey í jakkarnar. Tí fór hann at rópa um hjálp.

 

- Tíbetur hoyrdu tey róp míni, og meðan eg stríðist við at sleppa út úr viðtaluni, ringir dóttur mín til politiið, greiðir hann frá.

 

Hann greiðir frá, at komin út í gongina loypir maðurin aftur á, tekur um kvørkrarnar á sær og trýstir seg upp eftir vegginum.

 

At enda kom løgreglan brestandi inn og fekk tamarhald á manninum.

 

Magnus Magnussen greiðir frá, at hetta ávirkaði øll jólini hjá sær og hann kennir seg framvegis skelkaðan av tilburðinum.

 

Les meiri í greinini á Norðlýsinum.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her