Leita á in.fo

Danjal av Rana 24.01.2018 (19:17)

Konni Kass fekk fyrstu virðislønina

Konni Kass hevur í dag fingið virðislønina til ungt listafólk.

 

Hon er spádd eina bjarta framtíð og hevur verið nógv at hoyrt í útvarpinum seinastu árini.

 

Í novembur 2016 gav hon fyrstu útgávuna, Haphe, út, og á FMA 2017 varð hon kosin Ársins nýggja navn. Konni Kass hevur eisini spælt á virdum tiltøkum í Týsklandi, Íslandi og Danmark. Í føroyskum útvarpi hava fólk helst hoyrt sangir sum Surrender, Sounds og Time. Hon syngur sjálv og spælir saksofon á løgunum hjá sær.

 

- Fyri miðvísa, listaliga og evnaríka arbeiði sítt fær Konni Kass virðislønina fyri ungt listafólk 2017, segði Rigmor Dam, landsstýriskvinna, sum eisini kundi avdúka, at Konni Kass er farin undir at gera næstu útgávu sína.

 

- Eg havi skrivað løg tá eg var glað og tá eg var kedd, og á tann hátt skapa ein tónleikaheim, sum eg trívist í, og kann hvørva í, um neyðugt. Taå er stuttligt at hoyra, at onnur dáma tað og kenna seg aftur í hesum heiminum, segði Konni Kass.

 

Hon viðmerkti eisini, at tað var stuttligt, at virðislønin bleiv handað í Miðvági, tí tað var har, hon fyrstu ferð sang á palli, sum 12 ára gomul í Nósa Grand Prix. 

 

Konni Kass fer við bólki á konsertferð í Sveis og vitjar eisini í Oslo seinni í ár. 

 

Virðislønin til ungt listafólk er 50.000 krónur. Tað var Rigmor Dam, landsstýriskvinna, sum handaði Konni Kass virðislønina.

 

Undanfarin ár hava Anna Malan Jógvansdóttir (2016), Andrias Høgenni (2015), Mathias Kapnas (2014), Trygvi Danielsen (2013), Silja Strøm (2012) og Sakaris Stórá (2011).


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her