Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 12.10.2017 (09:09)

Kostar suðuroyingum tvær - tríggjar milliónir

– Tað verður ikki við mínari hjálp at Kristina Háfoss fer til kommunurnar eftir pengunum.

 

Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, og løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkinum, ger púra greitt, at hann ætlar sær ikki at taka undir við ætlanini hjá samgonguni um at hækka fyritíðarpensjónirnar, soleiðis sum ætlanin nú fyriliggur.

 

Hann tekur fult undir við, at fyritíðarpensjónirnar hækka. Men sum ætlanin nú fyriliggur, ætlar Kristina Háfoss, at kommunurnar skulu rinda hækkingina. Og Kristin Michelsen ger greitt, at tað tekur hann undir ongum umstøðum undir við. 

 

Eftir ætlanini skal fyritíðarpensjónin hækkast soleiðis, at grundupphæddina hjá fyritíðarpensjónistum verður gjørd skattafrí. Men fyritíðarpensjónistar fáa eisini eina viðbót og hana ætlar samgongan samstundis at lækka munandi.

 

Kommunufelagið hevur roknað seg fram til, at hetta fer at geva kommunum kring landið einar 25,3 milliónur krónur minni inn í skatti.

 

Landið fær 12,5 milliónir minni inn í skatti, men hinvegin sparir landið 21,9 milliónir við at lækka viðbótina til fyritíðarpensjónistar. Sostatt fær landið ein vinning upp á 9,4 milliónir krónur burtur úr hesari politisku manøvruni.

 

Býráðið á Tvøroyri hevði býráðsfund mánakvøldið og borgarstjórin sigur, at hann hevði nøkur tøl við á tann fundin, sum vísa, at hesar fyrstu níggju mánaðirnar í ár hava kommunurnar í Suðuroy bara 1,2 milliónir meiri inn í skatti enn tær fingu í sama tíðarskeiði í fjørð.

 

Tað er bara ein lítil brotpartur av inntøkuvøkstrinum, sum hevur verið norðanfjørðs, sigur Kristin Michelsen.

 

– Inntøkuhækkingin, sum kommunurnar í Suðuroy hava fingið, er ikki so frægt sum fyri lønarvøksturin. Samstundis hava vit nógv tað størsta arbeiðsloysið í landinum og tann minsta fólkavøksturin. Og sostatt fer Suðuroyggin ongan sum helst part í tí vøkstri, sum tey er alla aðrastaðni í landinum, sigur borgarstjórin.

 

– Pensjónir eru eitt landsmál og er takið fult undir við, at fyritíðarpensjónirnar hækka. Men Kristina Háfoss má fara onkra aðrastaðni eftir pengunum. Eg veit ikki, hvørjar semjur, hon hevur gjørt um at hækka fyritíðarpensjónirnar, men hon skal ikki til kommunurnar eftir pengunum, sigur hann.

 

Í løgtinginum situr Kristin Michelsen í samgongu saman við Kristinu Háfoss, og hann ger greitt, at hann fer ikki at atkvøða fyri eini ætlan, sum ber í sær, at kommunurnar skulu rinda fyri, at fyritíðarpensjónirnar hækka.

 

Tað eru eisini fleiri aðrir borgarstjórar, og kommunupolitikarar í samgonguni og hann hevur varhugan av, at hann verður ikki einsamallur at atkvøða ímóti at kommunurnar skulu rinda fyri, at fyritíðarpensjónirnar hækka.

 

Bara í samgonguni eru tveir borgarstjórar, tí umframt borgarstjóran á Tvøroyri, er Pauli Trónd Petersen, borgarstjóri í Vestmanna, eisini tingmaður fyri Tjóðveldi. Og harafturat sita Bjarni Hammer, Heðin Mortensen og Helena Dam á Neystabø, býráðslimir í Havn, eisini á Løgtingi fyri Javnaðarflokkin. Og harafturat situr eisini Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, eisini á Løgtingið fyri Sjálvstýri.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her