Koyrdi bara beint fram og útav

Løgreglan veit ikki, hví bilførarin ikki tók svingið uppi við Vesturkirkjuna, men koyrdi niðan í bøin og endaði í einari á.

Ein bilførari, sum í morgun kom koyrandi niðan eftir Jóanesar Paturssonargøtu, snaraði ikki av uppi við Vesturkirkjuna.

 

Tá vegurin fer til vinstru, tók bilførarin ikki svingið, men helt bara beina leið fram.

 

- Bilurin endaði í bønum og síðan í einari á, visti løgreglan at siga fyrrapartin.

 

Løgreglan sigur, at bilførarin var einsamallur í bilinum, men eftir øllum at døma slapp hann tíbetur væl frá hendingini.

 

- Vit vita ikki, hví óhappið hendi, men málið verður kannað, legði vaktleiðarin aftrat í morgun.