Seinnapartin í gjár sá ferðsluløgreglan eina motorsúkklu á vegnum í miðøkinum í Føroyum, sum løgreglan heldur koyrdi ov skjótt.
- Tá soleiðis er, verður ofta neyðugt at koyra aftan á motorsúkkluni, og hetta kann viðhvørt vera lættari sagt enn gjørt, tá ferðin er nógv.
Vaktleiðarin sigur, at viðkomandi, sum koyrdi á motorsúkkluni, í øllum førum fær bót fyri ov nógva ferð.
Spurningurin er so, hvussu verður við koyrikortinum - um tað verður til klipp, ella um koyrikortið møguliga er í vanda.
- Viðhvørt eru vit úti á landsvegnum bæði við bili og motorsúkklu, og ein slíkan túr ger ferðsluløgreglan eisini í dag, sigur vaktleiðarin.
Nú skúlarnir eru stongdir, og fleiri eru farin í summarfrí, er ferðslan á landsvegnum heldur minni enn vanligar yrkadagar, tá alt er í gongd.
- Jú, eg haldi, vit síggja, at ferðslan sum heild er heldur minni, men tað merkir ikki, at vit ikki eru úti og fylgja við, hvussu ferðslan gongur, sigur vaktleiðarin.