Leita á in.fo

Hallur av Rana 07.12.2017 (08:16)

Koyrilíkindini: Upp til 54 m/s

Eitt ódnarveður herjar oyggjarnar í morgun, og hevur millum annað lagt samferðsluna lamna í morgun, samstundis sum fleiri skúlar og barnagarðar kring landið hava boðað frá, at tey hava stongt vegna veður.


Landsverk mælir eisini fólki frá allar óneyðugari koyring, og tá hugt verður eftir veðurstøðunum hjá Landsverk sæst, at nógvur vindur og hálkuávaring er um so gott sum alt landið.


Veðurstøðurnar boða frá vindi og hálku á hesum støðum:


Gjáarskarð - kl. 07:57 Hvassur stormur, í hvirlunum upp til 41 m/s
Kambsdalur - kl. 07:58 Skrið, í hvirlunum upp til 44 m/s
Gøtueiði - kl. 07:57 Skrið, í hvirlunum upp til 42 m/s
Runavík - kl. 07:58 Skrið, í hvirlunum upp til 32 m/s
Norðskálatunnilin, Eystanfyri - kl. 07:57 Stormur, í hvirlunum upp til 37 m/s
Tjørnuvíkarvegurin - kl. 07:57 Skrið, í hvirlunum upp til 27 m/s
Norðuri í Sundum, Kollafjørður - kl. 07:57 Hvassur stormur, í hvirlunum upp til 37 m/s
Á Sandavágshálsi - kl. 07:58 Kolandi stormur, í hvirlunum upp til 43 m/s
Vatnsoyrar - kl. 07:57 Skrið, í hvirlunum upp til 29 m/s
Oyggjarvegur við Norðadalsskarð - kl. 07:57 ódn, í hvirlunum upp til 54 m/s
Sund - kl. 07:58 Hvassur vindur, í hvirlunum upp til 26 m/s
Glyvursnes  - kl. 08:01 Hvassur stormur, í hvirlunum upp til 32 m/s
við Velbastaðháls - kl. 07:57 Hvassur stormur, í hvirlunum upp til 37 m/s
Skopunar havn - kl. 07:50 Stívt andøvsgul, í hvirlunum upp til 25 m/s
Sandoy, á Brekkuni Stóru - kl. 07:58 Skrið, í hvirlunum upp til 29 m/s
Hvalba - kl. 07:58 Skrið, í hvirlunum upp til 33 m/s
Ørðaskarð, Fámjinsvegurin - kl. 07:58 Kolandi stormur, í hvirlunum upp til 42 m/s 


Klaksvík, Gerðabøur - kl. 07:58 Roknast kann við hálku
Kambsdalur - kl. 07:58 Roknast kann við hálku
Gøtueiði - kl. 07:57 Roknast kann við hálku
Heltnin, Oyndarfjarðarvegurin - kl. 07:55 Roknast kann við hálku
Norðskálatunnilin, Eystanfyri - kl. 07:57 Roknast kann við hálku
Høgareyn - kl. 07:58 Roknast kann við hálku
Á Sandavágshálsi - kl. 07:58 Roknast kann við hálku
Vatnsoyrar - kl. 07:57 Roknast kann við hálku
Oyggjarvegur við Norðadalsskarð - kl. 07:57 Roknast kann við hálku
Kaldbaksbotnur - kl. 07:55 Roknast kann við hálku
við Velbastaðháls - kl. 07:57 Roknast kann við hálku
Sandoy, á Brekkuni Stóru - kl. 07:58 Roknast kann við hálku
Porkerishálsur - kl. 07:57 Roknast kann við hálku   


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her