Leita á in.fo

- Eg vóni, at tey hava lært av mistakinum, soleiðis at líknandi støða ikki endurtekur seg, sigur Jesper Fisker.

Vilmund Jacobsen 08.12.2018 (18:07)

Krabbameinssjúklingar bíða ov leingi

Stjórin í danska krabbameinsfelagnum, Jesper Fisker, er alt annað enn nøgdur við, at meginparturin av donskum bróstkrabbasjúklingum í triðja fjórðingsári í ár ikki fingu skurðviðgerð til tíðina í tí partinum av Danmark, sum verður róptur Región Sæland.

 

Tað eru nýggj tøl hjá Heilsudátastýrinum, sum sambært stjóranum vísa, at alt ov nógvir sjúklingar vórðu sleptir upp á fjall. Men, Jesper Fisker hevur eina vón um, at regiónin tekur upp samband við hvønn einstakan sjúkling, soleiðis at allir bróstkrabbasjúklingar kunnu kenna seg tryggar.

 

Jesper Fisker vísir á, at flestu bróstkrabbasjúklingar í Región Sæland hava bíðað ov leingi eftir skurðviðgerð fyri sína sjúku. Tað vóru nevniliga heili 78 prosent, sum bíðaðu ov leingi, og í tali svarar hetta til 111 kvinnur tilsamans.

 

Stjórin sigur, at Región Sæland hevur ikki livað upp til sína ábyrgd og sínar skyldur, og her eru nógvar kvinnur, raktar av krabbameini í bróstinum, sum eru vorðnar sviknar.

 

Región Sæland hevur biðið kvinnurnar um umbering fyri, at skurðviðgerðin ikki varð framd innan tíðarrammuna, sum sjúkrahúsini sjálvi hava bundið seg til at fylgja, og sagt verður, at høvuðsorsøkin til, at skurðviðgerðirnar drógu út, var sambært regiónini, at teimum vantaði bróstskurðlæknar.

 

Sambært varastjóranum á Universitetssjúkrahúsinum á Sælandi, Beth Lilja, eru nú tiltøk sett í verk, soleiðis at allar kvinnur, sum skulu undir skurð fyri bróstkrabba, sleppa framat til tíðina.

 

Jesper Fisker rósar regiónini fyri at taka hond um trupulleikan.

 

- Men, at tað yvirhøvur skuldi koma har til, at bróstkrabbasjúklingar ikki fingu sína skurðviðgerð til tíðina, er undir alt lágmark. Eg vóni, at tey hava lært av mistakinum, soleiðis at líknandi støða ikki endurtekur seg í framtíðini, og vit fara at fylgja væl við gongdini, sigur stjórin í danska krabbameinsfelagnum við www.cancer.dk


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her