fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 9°C

Vindur 10.4m/s

Leita á in.fo

Barbara Holm 09.08.2018 (10:15)

Gjáarmaður: Ferðafólkini vóru eisini kedd

- Tað eru nógvir kavarar her við Gjógv, og tey reypa altíð um teir stóru krabbarnar, sum vóru í gjónni, sigur Hans Andrias Djurhuus, gjáarmaður.

 

Gjógvin við Gjógv er tiltikin vøkur. Seinastu mongu árini hevur hon verið eina vitjan verd hjá mongum kavarum. Og eitt, sum hevur verið at upplivað undir vatnskorpuni, eru fimm/seks risa stórir krabbar, sum hava verið at sæð í sama øki í gjónni í fleiri ár. Men krabbarnir eru nú blivnir til ein betri bita hjá ferðafólkum, sum tóku teir herfyri.

 

 

Les eisini: Útlendingar ruddað gjónna fyri krabbar

 

 

Hans Andrias Djurhuus hevur hús á gjónni, so hann sær alt virksemi, sum er í gjónni. Hann sá eisini, tá ið ein bilur parkeraði við tveimum ferðafólkum, sum fóru at kava, og komu uppaftur við fleiri av risa krabbunum.

 

- Eg fór út og segði við tey, at hatta var ótrúliga synd. Tað vóru tey samd í, tá ið eg greiddi teimum frá, at nú var einki at hyggja eftir hjá teimum, sum komu næst at kava, sigur Hans Andrias Djurhuus.

 

Ferðafólkini spurdu hann, hvar tað stendur, at tað ikki er loyvt at taka krabbar ella annað úr havinum.

 

- Eg vænti ikki tað stendur nakrastaðni. Men tað burdi verið ólógligt at tikið nakað úr havinum, og tað burdu ferðaskrivstovurnar fortalt fólki. Ferðafólkini vita jú ikki meira enn tað, sum tey fáa at vita frá ferðaskrivstovunum, sigur Hans Andrias Djurhuus, sum sigur seg harmast um, at føroyska náttúran mest av øllum tykist sum eitt sjálvtøkuborð hjá ferðafólki.

 

Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her