Kreativi íverksetarin Petur Slyne deyður

Dugnaligi og kreativi íverksetarin Petur Slyne andaðist í gjár einans 47 ára gamal

Gjármorgunin doyði Petur Slyne brádliga eftir stutta sjúkralegu á Ríkissjúkarhúsinum í Keypmannahavn. Petur var einans 47 ára gamal.

 

Petur Slyne var sonur Margaret Slyne, og hann vaks upp í Brekkugøtu í Rabarbukvarterinum í Havn, í heiminum hjá ommuni og abbanum, Michael Slyne, sum var ættaður úr Írlandi, og sum sum doyði í 1988 og Petru Slyne, sum doyði í 1997.

 

Petur var dugnaligur á so mongum økjum. Hann var virkin ítróttarmaður og spældi í mong ár á besta liðnum hjá HB. Hann var íverkseti, stovnaði egna lýsingarfyritøku, var við til at stovna Vikublaðið fyri 18 árum síðani. Seinastu árini hevur hann havt egna fyritøku og hevur gjørt grafiskt arbeiði og marknaðararbeiði fyri fleiri stórar fyritøkur.

 

Petur Slyne gjørdi ikki nógvan háva úr sær sjálvum. Lítillátin og stillførur var hann, tó at tú skjótt sást, at hann visti, hvat hann vildi og dugdi tað, hann gjørdi.

 

Í Miðlahúsinum hava vit havt tætt samband við Petur seinastu árini – serliga síðani vit løgdu saman útvarpsrásirnar Rás2 og KissFM og Voxpop.

 

Petur Slyne var ein aktivur maður, altíð í gongd við okkurt. Umframt arbeiði í egnu fyritøkuni, so var hann virkin í Voxbotn Entertainment, sum fyri viku síðani skipaði fyri stóra tónleikatiltakinum Voxbotn í Vágsbotni í Havn. Hann var eisini við til at keypa bilasøluna Wenzel um árskiftið seinasta, saman við tveimum øðrum.

 

Á Mallaroca hevði hann sítt annað heim. Har hevði hann hús, og har vitjaði hann javnan.

 

Vinmaðurin Rúni M. Djurhuus skrivar um Petur, at hann altíð segði, at »summi doyggja ung, men liva til tey eru gomul. Eg livi hvønn dag, sum var tað tann seinasti«.

 

– Hetta var títt motto, tú vildi tað so, og soleiðis var tín lívsáskoðan, skrivar Rúni M. Djurhuus.

 

Petur átti trý børn, tveir synir og eina trý ára gamla dóttir við unnustuni Súsonnu.

 

Vit lýsa frið yvir minnið um dugnaliga samstarvsfelagan Petur Slyne!