fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 4°C

Vindur 12.9m/s

Leita á in.fo

Barbara Holm 14.11.2017 (13:41)

Kreppa í Javnaðarflokkinum: Nú er Jónleif eisini lopin frá

Jónleif Johannesen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, er eftir øllum at døma eisini farin frá undirskrivaðu avtaluni um fiskivinnunýskipanina.

Jónleif Johannesen segði við Kringvarpið á middegi, at orsaka av niðurskurðum frá ICES metir hann ikki, at nýskipanin sum fyriliggur nú, er rætta loysnin.

- Niðurskurðir frá ICES gera tað torført at sjóseta eina nýggja nýskipan, samstundis sum niðurskurðurin rakar. Tí haldi eg vit eiga at umhugsa nøkur ting av nýggjum, meðan nýskipanin liggur í vinnunevndini, segði Jónleif Johannesen.

Jónleif Johannesen váttar fyri Kringvarpinum, at hann vil hava uppskotið broytt, hóast hann eisini hevur skrivað undir avtalu um nýskipanina, sum hon fyriliggur.

- Um verandi aktørar ikki hava nóg gott fótafesti til at traðka nýggjar leiðir, so er vandi fyri at tey snáva, og ger vinnan tað, so er tað orsaka av, at vit ikki hava tikið røttu atlitini. Tað er óheppið fyri Føroyar, sigur tingmaðurin í dag.

Hann vil tó ikki siga, at hann stuðlar Kristini Michelsen og Bjarna Hammer. Men hann heldur ikki tað er rætt, at uppskotið kemur aftur úr vinnunevndini, fyrr enn hesi viðurskifti eru væl og virðiliga diskuterað.  


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her