Leita á in.fo

Barbara Holm 12.01.2018 (15:28)

Kreppa í Javnaðarflokkinum: - Visti einki um hetta

Kristin Michelsen hevur í dag boðað løgmanni frá, at hann frá í dag av ikki er partur av samgonguni. Hetta skal skiljast á tann hátt, at Kristin Michelsen ikki kennir seg bundnan at samgonguni, men heldur tekur støðu frá máli til mál framyvir. Og hendan støðan er íkomin, tí Javnaðarflokkurin á Tvøroyri ikki vil samstarva við Kristin Michelsen í býráðnum á Tvøroyri. 

 

 

Jónleif Johannesen, tingbólkaformaður hjá Javnaðarflokkinum sigur við in.fo júst nú, at hann ikki visti nakað um hetta fyrr enn tað stóð í miðlunum.

 

 

- Nú má eg venda mær til løgmann at tosa um, hvat vit gera við støðuna, sigur Jónleif Johannesen. Men tað er at taka ov rívan til at siga, at støðan hjá Kristini Michelsen kemur sum ein skelkur fyri tingbólkaformannin. 

 

 

- Eg haldi ikki man verður skakaður í politikki longur, sigur Jónleif Johannesen, sum kortini ikki vil siga meira um málið, fyrr enn hann hevur tosað við restina av flokkinum

 

 

Sum skilst hevur ónøgdin hjá Kristini Michelsen við støðuna á Tvøroyri verið til viðgerðar í Javnaðarflokkinum og í samgonguni seinastu tíðina. Sostatt hevur samgongan verið vitandi um, at ónøgdin hjá Kristini Michelsen við støðuna á Tvøroyri kann fáa avleiðingar fyri landspolitiska meirilutan. 

 

 

Meira um hetta málið um eitt bil. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her