Leita á in.fo

Barbara Holm 12.06.2018 (22:15)

Krevur Kringvarpsstýrið saman um teldupostarnar

- Hetta er ikki í lagi. Tað kann ikki góðtakast, at stjóri í Kringvarpinum skrivar uppskot til greinar til ein annan miðil og siterar seg sjálvan fyri onga viðmerking at hava. Tað er óakseptabult, sigur Katrin Petersen, journalistur og limur í Kringvarpsstýrinum.

 

Katrin Petersen hevur tí skrivað til hinar stýrislimirnar í Kringvarpsstýrinum í kvøld og sagt, at hon vil hava ein fund sum skjótast um støðuna. Hvat hon fer at skjóta upp á tí fundinum er óvist, men hon er tó púra greið um, at málið um teldupostarnar millum Johnny í Grótinum, kringvarpsstjóra og Ólavur í Beiti, ábyrgdara á Vágaportalinum á ongan hátt er í lagið.

 

–Mín hugsan er tann, at vit hava ein stjóra, sum ger nakað, sum er púra óakseptabult. Stjórin eigur at styrkja og verja um trúvirðið hjá Kringvarpinum, men ger tað øvugta í hesum førinum, sigur Katrin Petersen.

 

Hon ger eisini greitt, at fyri hana er hetta málið um teldupostarnar sítt egna mál, og tað skal síggjast isolerað og ikki sum ein partur av málinum um uppsøgnina av Liljan Weihe. Hóast teldupostarnir frá Johnny í Grótinum til Vágaportalin snúgva seg um málið við Liljan Weihe, so er tað sjálvt samstarvið millum Kringvarpsstjóran og VP, sum Katrin Petersen finst at, og ikki málið um Liljan Weihe í síni heild.

 

Les eisini: Avdúking: Her eru teldupostarnir millum Johnny og VP

 

– Tá Kringvarpsstjórin skal úttala seg um nakað, so skal tað vera opið og erligt. Tað skal vera í tíðindaskrivi til allar miðlar ella sum svar upp á spurningar hjá fjølmiðlafólki. Tað skal ikki vera í loyniligum samskifti við ein miðil, har man samskiftir aftur og fram um, hvussu ein grein skal skrivast. Og hetta er øgiliga umráðandi fyri trúvirðið hjá stovninum. Stjórin í Kringvarpinum kann ikki skriva uppskot til greinar til aðrar miðlar og sitera seg sjálvan fyri onga viðmerking at hava, sigur Katrin Petersen.

 

Nær Kringvarpsstýrið verður kallað saman er óvist. Miðlahúsið hevur roynt at fingið fatur á Rúna Heinesen, stýrisformanni, síðani blaðið um teldupostarnar kom út mánadagin, men tað hevur enn ikki eydnast.  

 

TRÝST HER fyri at lesa teldupostarnar og annað í mikudags-Sosialinum


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her