Krevur loysing um Spania upploysir sjálvstýri

Katalonski forsetin, Puigdemont, fer at lýsa Katalonia sjálvstøðugt, um Spania fer at upploysa sjálvstýri, sum landsparturin hevur.

 

Hann sigur sambært Reuters á floksfundi í Barcelona í kvøld, at hann formliga fer at lýsa landspartin sjálvstøðugan, um Spania fer at upploysa sjálvstýri.

 

Tað upplýsir ónavngivin kelda frá katalonsku stjórnini.

 

Spanska stjórnin hevur kravt, at Katalonia í seinasta lagi hósdagin lýsir út í æsir, um landsparturin hevur lýst seg sjálvstøðugan ella ikki.

 

Grundlógardómstólurin í Spania lýsti umstríddu lógina hjá Katalonia um fólkaatkvøðu ógylduga.

 

Í niðurstøðuni segði dómstólurin, at serliga lógin hjá Katalonia stríðir ímóti nationala fullveldinum og »óloysiligu eindina hjá sponsku tjóðini«.

 

Dómstólurin hevur eisini lýst tjóðartingsfundin, tá lógin varð samtykt, fyri ólógligan.

 

Í Barcelona sigur stjórnarkelda, at Puigdemont formelt fer at seta fram fullveldislýsingina, um Spania í morgin fer at upploysa sjálvstýri hjá Katalonia.

 

Madrid hevur sligið fast, at katalonar verða lagdir beinleiðis undir stýrið í Madrid, um teir í ikki morgin greitt vísa frá sær symbolsku fullveldislýsingina, sum varð sett fram í síðstu viku.

 

Tað fer at taka tríggjar til fimm dagar at upploysa stýrið í landspartinum, siga politiskir eygleiðarar við Reuters.

 

/ritzau/Reuters