Seks bøtur fyri brot á skilhaldsreglur í einum rendi

Seks vaksin fólk, sum vóru til eitt tiltak í Havn í gjár, fingu bøtur fyri brot á skilhaldsreglurnar, tá tey ikki dugdu sær hógv.

Í gjár vórðu heili seks fólk skuldsett fyri brot á skilhaldsreglurnar í samband við eitt tiltak, sum var í Havn um miðdagsleitið í gjár.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at talan var um eitt tiltak, sum hevur samband við kríggið millum Ísrael og Hamas í Gaza. 

 

- Tað vóru ikki tey, sum stóðu fyri tiltakinum, sum gjørdu um seg, men her vóru onnur fólk komin til, sum ikki dugdu sær hógv.

 

Tá fólk komu til ilnar, vórðu boð send eftir løgregluni.

 

- Roynt varð at sissa fólk, men tá tey, sum vóru komin upp at táttast, ikki fylgdu boðunum hjá løgregluni, fingu tey hvør sína skuldseting.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at seks fólk - øll vaksin - vórðu skuldsett fyri brot á skilhaldsreglurnar, og tað fáa tey eina bót í part fyri.