fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 12°C

Vindur 11.3m/s

Leita á in.fo

Barbara Holm 20.04.2017 (12:07)

Kriminalforsorgin: Mjørkadalur ikki gjørdur at halda fólk innistongd

Elkin Klettheyggj, leiðari í kriminalforsorgini, er av tí sannføring, at fangarnir, sum sita í varðhaldinum, skulu hava vónina um, at tað ber til at flýggja.

 

- Yvirornað eru fongslini í Skandinavia ikki gjørd til, at fólk ikki kunnu flýggja. Í síðsta enda skal man kunna flýggja, sigur Elkin Klettheyggj.

 

 

Víðari greiðir hon frá, at vónin hevur stóran týdning.

 

- Um so er, at fangar ongan møguleika hava at rýma, so kunnu teir blíva desperatir og vandamiklir. Teir skulu hava møguleikan at rýma, um alt gerst púra vónleyst, sigur Elkin Klettheyggj.

 

 

Hendingin leiðir til eftirmeting

Tað er at kalla ongantíð hent, at ein fangi er flýggjaður úr Mjørkadali. Og hendingin mikukvøldið fer tí at leiða til, at varðhaldið og kriminalforsorgin fara at eftirmeta mannagongdirnar í samband við trygd.

 

 

 

- Mannagongdirnar hjá okkum eru fylgdar, og í fyrstu atløgu vil eg siga, at hetta ikki fær nakrar avleiðingar fyri nakað starvsfólk, tí eingin hevur gjørt nakað skeivt. Men vit fara at eftirmeta okkara mannagongdir, sigur Elkin Klettheyggj.

 

 

 

Fyri hana er trupulleikin, at danski myndugleikin, sum varðar av økinum, ikki hevur eina greiða ætlan fyri føroyska varðhaldinum.

 

 

- Ynskir man at tað skal vera eitt arresthús? Eitt opið fongsul ella eitt stongd kanska? Nú hevur man júst longt sáttmálan fyri hendan bygningin her uppi til 2023, og tí er hendan fyribils loysnin veruleikin í mong ár aftrat. Eg vildi ynskt, at man longu nú legði eina ætlan fyri, hvat man víðari ætlar aftaná 2023, sigur Elkin Klettheyggj. 

 

 

Les meira í Vikuskiftis Sosialinum, sum kemur út seinni í dag.