Kringvarpsfólk taka frástøðu frá sjónvarpssending

Í gjár vísti Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, á, at Kringvarpið manipuleraði í sendingini »Skattamálið II« um TF Holding og Eik Banka. Sjúrður Skaale vildi vera við, at brotið við Suna Schwartz Jacobsen, har hann sigur »Og vissi tú ert ósamdur, so bestemmi eg«, er tikið úr einum heilt øðrum samanhangi. Brotið var frá eini bókaframløgu á Hotel Hafnia og hevur tí als einki við evnið í sendingini Skattamálið II at gera.

 

Lesarabrævið hjá Sjúrðri Skaale kann lesast VIÐ AT TRÝSTA HER

 

Í morgun hava tvey starvsfólk í Kringvarpinum alment boðað frá, at tey ikki taka undir við, at Kringvarpið manipulerar við slíkum.

  

– Eg, sum fái áleið hálva mánaðarløn frá KVF fyri sendingina Afturáaftur, kann ikki á nakran hátt taka undir við tí manipulasjón, sum var gjørd í seinnu sending um skattamálið hjá EIK. Hugsi um, at myndir og ljóð av Súna Schwartz og Eyðun Mørkøre frá eini bókaframløgu á Hafnia, verða flættaðar inn í sendingina, sum undirbyggjandi partar. Skulu KVF og kritiskur journalistikkur yvirhøvur takast í álvara má slíkt svans fáa avleiðingar, skrivar Øssur Winthereig, journalistur.

 

– Og eg, sum fái fulla mánaðarløn frá KVF, kann heldur ikki á nakran hátt taka undir við, at manipulerandi arrogansan festur røtur, so hon púra ósmæðin og valdsfullkomin endar dag og viku-innslag við at rysta við høvdinum við himmalvendum eygum eftir samrøðu við stjóran á Taks, sigur Brynhild Thomsen, sum er journalistur í Kringvarpinum.