fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 4.2m/s

Leita á in.fo

Mynd: Jóan Petur Joensen

Hallur av Rana 17.07.2017 (10:28)

Kris tók kirkjufólkið á bóli

Eftir sjálvur at hava staðið á palli og undirhildið túsundtals av føroyingum á Gøtusandi leygarkvøldi, tók Kris Kristofferson av møguleikanum sjálvur at njóta tónleik sunnudagin, tá hann vitjaði í Miðvágs kirkju, har bólkurin Vága sound hevði konsert.


Inga Poulsen Dam, sóknarprestur í Miðvágs kirkju, greiðir frá, at hon fekk at vita um vitjanina stutt áðrenn konsertin byrjaði.


- Eg hevði júst sagt við bólkin, at tað hevði verið stuttligt, um tey sungu ein sang hjá Kris Kristofferson, tá Sámal Ravnsfjall kom inn og spurdi, um vit kundu goyma eitt pláss til Kris Kristofferson, men at hann ynskti at vera anonymur, greiðir Inga Poulsen Dam frá.


Sóknarpresturin hevði eitt sindur ringt við at trúgva tí, men so var. Tá konsertin byrjaði kom Kris Kristofferson við fylgi og setti seg at lurta eftir konsertini.


- Tað var ein góð konsert, og honum dámdi tað væl. Serliga rósti hann guitarspælinum hjá Holger Jacobsen. Hann er jú framúr góður til at spæla guitar, sigur Inga Poulsen Dam.


Kirkjufólki var sum vera man tikin á bóli av kendu vitjanini, og brúktu nógv høvi at heilsa upp á Kris Kristofferson.


- Vit vóru øll glað fyri vitjanina og føldu tað sum ein stóran heiður, at hann var millum okkara. Konsertin var eisini ordiliga góð, so tað var ein serstakur dagur, sigur Inga Poulsen Dam.