Kristian Reinert Davidsen vil reinsast

Per Rosing-Petersen hevur ákært Kristian Reinert Davidsen, stjóra í Tele-Post í Grønlandi, fyri at vera atvoldin til eitt stórt undirskot í eini føroyskari fyritøku.

Kristian Reinert Davidsen vil hava grønlendska landstingslimir Per Rosing-Petersen antin at taka ákærur sínar aftur ella at prógva tær.

 

Í einum fyrispurningi til grønlendska landsstýrið hevur Per Rosing-Petersen ákært Kristian Reinert Davidsen fyri at vera atvoldin til eitt stórt undirskot í eini føroyskari fyritøku. Hann nevnir tó einki um, hvørja fyritøku talan er um, ei heldur nær hendingin er farin fram.

 

Kristian Reinert-Davidsen vil tó ikki hava hesar ákærur sitandi á sær.

- Antin tekur Per Rosing-Petersen sínar ákærur um, at eg fyrr havi verið atvoldin til eitt stórt undirskot, aftur, ella má hann skjalprógva tær, sigur hann við Sermitsiaq.

 

Kristian Reinert-Davidsen vísir á, at tey níggju árini hann var stjóri í Føroya Tele, vóru úrslitini sera góð. Seinastu árini hevur ársúrslitið hjá Føroya Tele javnan ligið um 55 milliónir krónur í yvirskoti.

 

Eitt stórt undirskot var tó í 2009, tá felagið hevði eitt undirskot á 32,1 millión krónur. Kristian Reinert Davidsen vísir tó á, at hetta undirskotið stendst av, at Føroya Tele niðurskrivaðu virði á einum KT-felagið, sum FT hevði gjørt íløgur í.

- Sostatt var tað íløgan, og ikki raksturin, sum elvdi til undirskotið, sigur Kristian Reinert Davidsen. 

 

Per Rosing-Petersen er so bersøgin, at hann bart út spyr landsstýrið, hvat tað ætlar sær at gera, fyri at finna ein avloysara til fyrrverandi stjóran í Føroya Tele.

 

Áðrenn Kristian Reinert Davidsen fór í starv á Føroya Tele í 2006, var hann á Strandferðsluni frá 2003 til 2006 og í Ericsson frá 1996 til 2003.