Kristiansand knógvaði ein javnleik í seinastu løtu

Kristiansand leikti javnt og Bækkelaget tapti

Føroyingaliðini í bestu norsku hondbóltsdeildini vóru í leiki í kvøld. 

 

Tað eydnaðist Helga H. Hoydal, Bjarna í Selvindi og liðfeløgunum í Kristiansand at knógva ein javnleik á heimavølli móti Sandnes.

 

Tað vóru bert sjey sekund eftir av dystinum javnaði Preben Leander Nord-Varhaug til 28-28. Sandnes var á odda 28-25 tá tveir minuttir og 20 sekund vóru eftir av dystinum.

 

Í steðginum var støðan javnleikur 18-18.

 

Helgi skoraði fimm mál, og Bjarni skoraði trý mál og legði upp til tvey mál.

 

Kristiansand er næstaftast í deildini við 14 stigum. Bert eitt stig er upp til liðið hjá Kjartani Johansen, Bækkelaget sum hevur 15 stig. Liðið sum endar fjórðaftast aftaná lokið grundspæl sleppur undan at spæla Play Off dystir móti einum liði úr næstbestu deildini.

 

Kjartan Johansen og liðfelagarnir í Bækkelaget taptu á útivølli 24-29 fyri Halden. Í steðginum var Halden á odda 13-9.

 

Kjartan skoraði trý mál og legði upp til trý mál.

 

Í seinasta umfarinum í grundspælinum komandi mikukvøld spælir Kristiansand á útivølli móti Drammen. Sama kvøld tekur Bækkelaget móti Bergen á heimavølli.