Kristin leggur fram broytingaruppskot

Nú 3. viðgerð um fiskivinnunýskipanina er um at byrja, er greitt, at í øllum førum ein samgongulimur, Kristin Michelsen, leggur fram eitt broytingaruppskot uttan um samgonguna.

 

Bjørn Kalsø, løgtingslimur fyri Sambandsflokkin, sigur, at tað eru eini 10-12 broytingaruppskot tilsamans, frá vinnunevndini og andstøðuni.

 

Kristin Michelsen, saman við andstøðulimum, leggur fram eitt broytingaruppskot, har tey trý prosentini av kvotum, sum løgtinginum í verandi uppskotið er heimilað at draga inn aftur, verður broytt. Kristin Michelsen vil ikki, at løgtingið skal hava heimild at draga trý prosent inn hvørt ár. Hansara broytingaruppskot sigur, at tey trý prosentini skulu fella aftur til vinnuna hvørt ár, soleiðis at løgtingið ongantíð fær drigið inn meiri enn hasi trý prosentini.

 

Hasi trý prosentini eru nakað, sum kom upp í lógaruppskotið millum aðru og triðju viðgerð.

 

Ilt er at fáa orð á nakrar politikkarar í dag. Tað er ein øgilig fartur á teimum, har teir renna aftur og fram og royna at tryggja sær neyðugu undirskriftirnar til broytingaruppskotini.

 

Kringvarp Føroya segði í morgun, at Framsókn skuldi leggja eitt broytingaruppskot fram, men Ruth Vang hevur onga viðmerking til tað.

 

Nógv óvissa er um, hvat fer at henda, serliga nú Kristin Michelsen leggur eitt broytingaruppskot fram. Sum fleiri løgtingslimir hava sagt, um fyrst eitt broytingaruppskot verður samtykt, hvat hendir so við samlaða uppskotinum? Sigast skal tó, at Kristin Michelsen eisini hevur skrivað undir broytingaruppskotið frá samgonguni.