Kristin Michelsen møtir ikki til arbeiðis í dag

Kristin Michelsen er í morgun farin til Skotlands at ferðast – og hann hevur ikki biðið um farloyvi úr Løgtinginum

Tá flogfarið hjá Atlantsflog fór úr Vágum í morgun við kós ímóti Edinburg, var Kristin Michelsen, løgtingsmaður, eitt av ferðafólkunum.

 

Harvið kann staðfestast, at Kristin Michelsen ikki møtir á tingfundi í dag, tá størsta politiska málið í 10 ár, fiskivinnunýskipanin, kemur til viðgerðar. Tingfundur skuldi byrja klokkan 9:30, men enn er hann ikki byrjaður.

 

Úr Javnaðarflokkinum er einki at frætta um, hvørt Kristin Michelsen møtir ella ikki. Heldur ikki fæst at vita, um hann hevur biðið um farloyvi. Men tað hevur hann ikki sambært tingformanninum.

 

Næsta fólk á listanum hjá Javnaðarflokkinum er Bjørg Dam í Havn. Men hon hevur onga viðmerking, tá in.fo spyr hana, um hon skal møta í Løgtinginum í dag. Sjálvt um vit hava spurt hana tríggjar ferðir, so er svarið, at hon hevur onga viðmerking.

 

Ein margháttlig støða hjá Javnaðarflokkinum, má sigast. Men hetta lýsir helst væl støðuna hjá løgmansflokkinum, sum ikki veit, um hann er stjórnarberandi ella ikki.

 

Tað ljóðar, at Magni Laksafoss hevur clearað við Kristin Michelsen. Flokkarnir hava ikki nakrar avtalur um clearing – um at eitt tingfólk ikki atkvøður, tá tingfólk úr hinum partinum ikki møtir til arbeiðis. Magni Laksafoss hevur onga viðmerking, tá vit spyrja hann. Magni Laksafoss og Kristin Michelsen eru millum tey tingfólk, sum oftast ikki møta á tingfundi, so tí er hugsandi, at teir hava clearað soleiðis, at Kristin Michelsen ikki missir sína løn, tí at hann ikki møtir til arbeiðis í løgtinginum í dag. Tí tað er bara ein spurningur um pengar, tá tingfólk skulu hava farloyvi í privatum ørindum.