Leita á in.fo

Barbara Holm 11.01.2018 (14:19)

Kristin Michelsen vent sær til løgmann um støðuna

Kringvarpið skrivar í dag, at sum skilst hevur Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, vent sær til løgmann um støðuna á Tvøroyri. Tí tað var stutt undan jólum, at ein nýggjur meiriluti skipaði seg í býráðnum á Tvøroyri, sum setti Kristin Michelsen í minniluta. Men nýggi meiriluti er ikki meira skipaður enn so, tí enn eru nevndirnar ikki valdar av nýggjum, sum meirilutin annars ætlar sær. 

 

 

Nýggi meirilutin ætlaði sær at skipa nevndirnar av nýggjum á seinasta býráðsfundinum av árinum í fjør, men hetta vildi borgarstjórin ikki. Kristin Michelsen segði orsøkina vera, at tað ikki er siðvenja at viðgera stórmál á ársins seinasta fundi og somuleiðis, at tað hevði givið fyrisitingini eyka arbeiði um høgtíðina. 

 

 

Síðani skuldi tað takast upp á fyrsta býráðsfundi á árinum, sum varð settur til 8. januar. Men 8. januar kom og fór uttan nakran fund, tí Kristin Michelsen útsetti fundin uttan nakra grundgeving. Kringvarpið skrivar í dag á heimasíðuni, at meirilutin í býráðnum á Tvøroyri fyrrapartin sendi borgarstjóranum og kommunustjóranum eina áminning um eykabýráðsfundin, sum meirilutin bað um mánadagin.

 

 

Kringvarpið skrivar eisini, at sum skilst hevur Kristin Michelsen vent sær til løgmann um støðuna á Tvøroyri. Í gjár sendi minnilutin á Tvøroyri við Kristin Michelsen á odda eitt lesarabræv um, at Javnaðarflokkurin á Tvøroyri ikki vildi samstarva, hóast tey høvdu fingið ríkiligan møguleika at fáa ávirkan. Kristin Michelsen er valdur fyri Javnaðarflokkin á Løgtingi, men er ikki valdur fyri løgmansflokkin í býráðið. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her