Kristina fagnar føroyska mentanararvinum

Tað verður ikki bara góður tónleikur á skrá á konsertini við Kristinu Thede Johansen, í Norðurlandahúsinum 20. apríl, kl. 19.30.

Tí leygardagin verður ikki bara lurtað eftir føroyskum tónleiki - tá verður eisini hugt eftir, nortið við, smakkað og luktað. 

Saman við fleiri føroyskum yrkistónlistafólkum og fyritøkum hevur Kristina sett saman eina heildaruppliving við íblástri úr ríka føroyska mentanararvinum - eina sansaferð, sum fagnar Føroyum.

Lagt er upp til eina sansaferð longu frá teirri løtu, tú trínur inn. Tí Kristina vil hava, at tey vitjandi minnast konsertina, tá tey fara heimaftur.

“Við hesari konsertini vil eg gera nakað øðrvísi”, sigur Kristina. ”At geva fólki eina uppliving, sum tey fara at minnast. Um allir sansir verða vaktir, er størri møguleiki fyri at tey minnast hana. Vit minnast betur, tá fleiri sansir eru virknir í senn. Tí bjóði eg eina sansaferð, har vit bæði skulu lurta, smakka, lukta, hyggja og kenna okkum gjøgnum føroyska mentanararvin.” 

Tónleikurin á konsertini eru fimm nýskrivað tónaverk, sum gávaðu tónlistafólkini Teitur Lassen, Sunleif Rasmussen, Tróndur Bogason, Anna Katrin Egilstrøð og Ólavur Gaard hava skrivað við íblástri úr m.a. føroysku náttúruni, veðrinum, kvæðunum og Kingosálmunum.

Konsertin er sett saman í sambandi við endaligu próvtøkuna, sum eisini verður rópt debut, hjá Kristinu í bólkinum fyri solistar á Det Jyske Musikkonservatorium.

Hetta er fyrstu ferð, at konsertin er í Føroyum. Í 2023 varð konsertin á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn og í Musikhuset í Aarhus, og fyri hetta vann Kristina Ársins klassiska heiður á Faroese Music Awards 2024. 

Keyp atgongumerki á nlh.fo