Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 21.04.2017 (09:58)

Kristina Háfoss koyrir nevndina frá

Kristina Háfoss hevur nú gjørt av at velja nýggja nevnd í Fíggingargrunninum.

Landskassin eigur ein triðing av BankNordik og er sostatt størsti partaeigari. Men landsstýrið kann ikki velja nevndina í bankanum beinleiðis. Tað er nevniliga Fíggingargrunnurin sum umboðar partapengarnir hjá landinum í Banknordik, og sostatt er tað Fíggingargrunnurin, sum er við til at velja nevndina í Bankanum.

 

Men Kristina Háfoss er so misnøgd við at Bankin hevur gjørt av at rinda partaeigarunum eitt serligt vinningsbýti, at hon nú hevur gjørt av at velja nýggja nevnd í Fíggingargrunninum.

 

Hon sigur, at hon heitti á bankan um ikki at gjalda partaeigarunum eitt serstakt vinningsbýti, tí hon mælti heldur til, at bnakin bjálvaði seg til verri tíðir.

 

Men nevndin lurtaði ikki, og tað fær nú avleiðingar fyri nevndina í Fíggingargrunninum, tí nú verður hon koyrd frá. 

Á heimasíðuni hjá Løgmansskrivstovuni sæst, at tey, sum eru í nevndini, eru Birita S. Samuelsen, Birita Biskopstø, Bjarki Mohr og Rúni Poulsen