fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 10.8m/s

Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 12.08.2017 (13:24)

Kristina: Kanska situr tað í merginum

Kristina Bærendsen hevði eina øðrvísi uppliving á Summar Festivalinum fyri einum ári síðani. Konsertin hjá henni á stóra palli varð steðgað, tí tað regnaði so illa inn á pallin, at tøknin toldi tað ikki og vandi var fyri skammlopi.

 

Í dag skal Kristina aftur á sama pall, og hesu ferð verður upplivingin ein onnur, tí sólin skínur oman og niðan í Klaksvík í dag.

 

Hon vónar, at tað fer at lukkast betur í ár, tí hon hevur fyrireikað seg væl, sigur Kristina Bærendsen, sum hevur stóran bólk við sær á pallin, sigur Summarfestivalurin í tíðindaskrivi nú á miðdegi.

 

Hon sigur, at hon veit ikki rættiliga, hvaðani hennara tætta samband til countrytónleik kemur. Kanska er tað bara inni í merginum, sigur hon, og tað verður klokkan 16 í dag, at hon fer at spæla á Vágsbøi

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr samrøðu við Kristinu Bærendsen


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her