Kristina skal kanna Høgna og Aksel

Tað verður Kristina Samuelsen, advokatur, sum skal kanna Høgna Hoydal og Aksel V. Johannsen, løgmann

 

Tað var aftan á áheitan frá 15 løgtingsmonnum um at seta kanningarstjóra at kanna málið um leiklutin hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, í sambandi við flyting av veiðiloyvum, og hvørt Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur røkt eftirlitsskyldu sína á fullgóðan.

 

Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, í dag sett Kristinu Samuelsen, advokat, sum kanningar- stjóra at kanna hetta málið.

 

Kristina Samuelsen arbeiðir sum advokatur á egnari advokatskrivstovu. Fyri tað tíð arbeiddi hon sum løgfrøðingur á Løgtingsskrivstovuni.