Leita á in.fo

Pætur Hjalmar Evensson 09.02.2019 (16:30)

Kristina takkaði nei í fyrstu atløgu

Íslendsku Sveinn Rúnar Sigurðsson og Valgeir Magnússon hava gjørt lagið, sum Kristina Bærendsen skal syngja í íslendska Grand Prixnum í kvøld.

 

Fyrstnevndi er royndur og viðurkendur sangskrivari, sum hevur skrivað nógvar sangir til Eurovision. Hann leitaði eftir einari ráari, myrkari whiskeyrødd og fekk eitt prei um Kristinu frá einari kvinnu, sum hevði sungið saman við henni til eina konsert í Føroyum. Tá teir báðir so hoyrdu Kristinu á YouTube, blivu teir púra vekk í rødd hennara.

 

- Teir høvdu roynt sangin við umleið 10 sangarinnum, men teir fingu ikki akkurát tað burturúr, sum teir vónaðu at fáa. Teir ætlaðu sær at taka sangin úr kappingini, tí teir ikki funnu røttu sangarinnuna. Tá teir so hoyrdu meg, vildu teir fyri ein og hvønn prís hava meg at syngja sangin, greiðir Kristina Bærendsen frá.

 

 

- Ikki sungið síðan babba fór

 

Men Kristinu dámdi einki hugskotið um at vera við í Grand Prixnum í fyrstu atløgu. Hon hevur heldur ikki gjørt so nógv við tónleikin í síðstuni. Pápi hennara, Alex Bærendsen, doyði síðsta summar, og tað hevur eisini havt sína ávirkan á aktivitetin hjá Kristinu Bærendsen.

 

- Fyrst segði eg nei. Eg skuldi ikki við í Eurovision. Eg havi ikki sungið so nógv hetta síðsta árið, og síðan babba fór, havi eg næstan einki sungið yvirhøvur. Men eg mátti royna at hanga í, hugsaði eg. So eg lammaði bara til og takkaði ja til at syngja sangin, fortelur hon. 

 

 

Tað verður í kvøld klokkan 19:45, at kappingin verður. Kringvarpið samsendir við íslendska RUV.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her