Leita á in.fo

Pætur Hjalmar Evensson 10.02.2019 (14:17)

Kristina verður ikki at síggja í finaluni

Tað eydnaðist ikki føroysku Kristinu Bærendsen at syngja seg víðari í íslendska Grand Prixnum í gjárkvøldið. Men hon hevði heldur ikki tær størstu vónirnar um at sleppa víðari. Áðrenn kappingina segði hon í samrøðu við Sosialin, at hon væntaði ikki at koma víðari, tí tað eru ikki so nógv, sum kenna hana í Íslandi. 

 

Pallsetingin var annars sera flott, og við fleiri dansarum aftrat sær skapti hon eitt serligt James Bond dámt huglag í blunkandi ljósunum. Niðan fyri sæst framførslan. 

 

 

 

 

Tey, ið komu víðari til finaluna, vóru Hatari og Hera Björk, og finalan verður 2. mars. Vinnarin sleppur at umboða Ísland í stóru Eurovision kappingini, sum verður í Tel Aviv í Ísrael.

 

 

Sangur hennara eitur Ég á mig sjálf, og framleiðararnir hava stórar ætlanir við Kristinu og nýggja sanginum. Tey hava júst gjørt eitt videolag til ensku útgávuna av sanginum, og annars er ætlanin at fáa útvarpsstøðirnar at spæla sangin.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her