fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 9.6m/s

Leita á in.fo

Mortan Østerø 17.07.2017 (14:11)

Kristindómurin fleiri rundar føðingardagar

Í ár verða tríggir rundir føðingardagar av felagsskapum og samkomuhúsum, ið eru kendir í Føroyum.

 

Yngsta føðingardagsbarnið, Zarepta, varð tikið í nýtslu fyri fyrstu ferð sunnumorgunin 2. juli 1967, tá ið breyðbróting varð hildin fyri fullsettum sali við fólki úr øllum landinum, og tveir dagar seinni varð skipað fyri fyrstu summarleguni. Seinastu 50 árini er Zarepta vaksið til eitt stórt summarleguhús, og verður føðingardagurin hjá teimum hildin 14. oktober í ár.

 

Somuleiðis verður missiónsfelagsskapurin Operation Mobilisation, stytt OM, 60 ár í ár. Tað var í 2004, at altjóða felagsskapurin keypti gomlu Norrøna, sum kom at eita Logos Hope.

 

Aldursforsetin millum føðingardagsbørnini er samkoman Betesda í Klaksvík, sum nú verður 100 ár.

 

- Hetta verður hátíðarhildið virðiliga, tá ein drúgv og spennandi hátíðarskrá er gjørd, sum kemur at fevna um tað mesta av heystinum við ikki minni enn 6 møtirøðum bæði í september og í oktober. Hátíðarhaldið byrjar leygardagin 2. september við einum sokallaðum Betesdadegi, boðar Kristiliga Tíðindatænastan frá í tíðindaskrivi.