– Sum ein gekk oman í Spruttkjallarin eftir einum ella tveimum tundurkøssum, so mátti ein av berum forvitni sjálvandi líka skeita eftir navninum. Og so segði eg nakrar ferðir innantanna: Jamen hesin drekkur jú ikki...
Soleiðis sigur Heri Á. Simonsen, fyrrverandi postmaður, og sum er ein av teimum gomlu postmonnunum í Havn, ið sera væl minnist tíðina, tá postmenn útflýggjaðu alt rúsdrekka í Føroyum.
Í dag eru 25 ár síðani, at hendan 86 ára gamla mentanin fór í søguna, og Rúsdrekkasøla Landsins tók yvir alla sølu og útflýggjana v rúsdrekka í Føroyum.
Heri Simonsen er tikin úr leikum sum undirhaldari, og tí var hann sjálvandi biðin um at undirhalda á hátíðarveitsluni hjá Rúsuni leygarkvøldið. Men vit hava eisini fingið hann at greitt okkum eitt sindur frá um hesa tíðina á Posthúsinum í Havn – og vit hava verið í gamla myndasavninum hjá Sosialinum og leitað fram nakrar myndir sum vísa, hvussu støðan var á posthúsum upp undir høgtíðir:
– Tað uppstóðu ofta stuttligar støður undir gomlu skamtanar- og postordraskipanini. Fólk fingu gular útflýggingarseðlar bornar út, og so møttu tey á Posthúsinum við einum ella fleiri útflýggingarseðlum, rindaðu avgreiðslugjaldið til Postverkið og eisini toll, sigur Heri Simonsen – og vit lata hann halda fram:
– Uppundir ólavsøku, uppundir jól og eisini áðrenn páskafrítíðini bíløgdu nógv "sprutt”, sum tað oftast var nevnt tá. Vit arbeiddu ofta yvirtíð áðrenn ólavsøku og áðrenn jólini at hjálpa eldri postmonnunum. Teir tóku ímóti kundunum, og góvu okkum ein ella fleiri útflýggingarseðlar til tundurkassar/brennivínskassar, sum kundin skuldi hava.
Tundurkassarnir vóru í Sprutt-kjallaranum, sum lá á hæddini millum, har sum Posthúskjallarin og Snarskivan eru í dag.
Tað vit gingu oman í Spruttkjallarin eftir einum ella tveimum tundurkøssum, so mátti tú av berum forvitni sjálvandi, líka skeita eftir navninum. Og so segði eg nakrar ferðir innantanna:
– Jamen hesin drekkur jú ikki?. Men tað skuldu vit ikki blanda okkum uppí. Var avgreiðslugjald og tollur rindaður, og var tundurkassin krússaður av og hevði fingið eitt útflýggingar-nummar, so skuldi hann handast kundanum, ferdugt. Nakrar ferðir (eg nevni ikki nøkur nøvn) handaðu vit tundurkassan til ein, sum ikki var navn sum stóð á seðlinum.
Heri heldur skemtandi fyri, at Vestpack og aðrir framleiðarar av svørtum skrelliposum tjentu nógv hesa tíðina.
– Trý út av fýra, sum møttu á Posthúsinum á Vaglinum at “loysa út”, sum tað æt høvdu svartar skrelliposar við, og eitt tvey trý og gólvið á posthúsinum á Vaglinum var rokað við tómum tundurkøssum. Summi vóru enntá so óttafull, at tey betaltu avgreiðslugjald og tollin, og vildu hava kassan útflýggjaðan á rampuni aftan fyri Posthúsið á Vaglinum.
– Tann rampan vendi ímóti Býráðssalinum. Og so stuttligu gonguløgini hjá teimum høvdu loyst út.
Heri Simonsen sigur, at tað mest stuttliga í Postverks-skamtanartíðini var tann risastóri meirilutin av føroyingum, sum bíløgdu Spruttkassarnir sum “Poste Restante” til eitt pinkalítið posthús, sum var nakrar ella nógvar kilometrar frá heimbygdini.
– Tá vit so pakkaðu tundirkassar í postsekkir til ymisku økini í Føroyum máttu vit ofta flenna:
– Sandavágur 2 tundirkassar
– Miðvágur 2 tundirkassar
– Sørvágur 3 tundirkassar
– og Vatnsoyrar 88 tundirkassar!!!
Niðanfyri síggjast gamlar myndir úr arkivinum hjá Sosialinum:
Krógvaði brennivín í dokumentmappu Krógvaði brennivín í dokumentmappu
Rúsan 25 ár: – Sum ein gekk oman í Spruttkjallarin eftir einum ella tveimum tundurkøssum, so mátti ein av berum forvitni sjálvandi líka skeita eftir navninum. Og so segði eg nakrar ferðir innantanna: Jamen hesin drekkur jú ikki...
info
Eirikur Lindenskov
2. november 2017 kl. 14:15
Mest lisið hesa vikuna
Landsstýrið blacklistar 16 bygdir og býir í Føroyum
18. november kl. 10:11
Svøríki: Byrjaði at eta seg sjálvan
18. november kl. 14:27
Eldur í á skipasmiðjuni á Skála
18. november kl. 18:14
Roykur rekur móti bygdini á Skála
18. november kl. 19:26
Andstøðan rýmdi av býráðsfundi í Havn
20. november kl. 00:20
Tvey vaksin og eitt barn funnin deyð í Danmark
19. november kl. 04:10
Fleiri tíðindi
Tíðindi
Suðurkorea sendi stríðsflogfør eftir russiskum flogførum
29 minuttir síðan
Tíðindi
Partur av íslendska fiskiflotanum kann fara at landa í Føroyum
3 tímar síðan
Tíðindi
Skotskt flogfelag lækkar prísirnar fyri oyggjabúgvar
3 tímar síðan
Tíðindi
Skipasmiðja við 60 starvsfólkum á húsagang í Noregi
4 tímar síðan
Fótbóltur
VIDEO: Serligt at spæla landsdyst á Tórsvølli
6 tímar síðan
Tíðindi
Jóhannis Joensen luttikið á ST fundum í USA
7 tímar síðan
Tíðindi
Nær sleppa fleiri at framleiða streym inn á netið hjá SEV?
7 tímar síðan
Ítróttur
Fimm íkarar úttiknir til HM í inniróðri
7 tímar síðan
Tíðindi
Jólahugni í Plantasjuni
8 tímar síðan
Fótbóltur
Aluminij mátti lúta fyri oddaliðnum
9 tímar síðan
Tíðindi
Danmark bannar fartelefonum í skúlum frá næsta skúlaári
9 tímar síðan
Tíðindi
Kommunurnar taka undir við áheitan um hægri samsýning til fosturforeldur
9 tímar síðan