fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 14.5m/s

Leita á in.fo

Tórbjørn Jacobsen 30.12.2017 (21:17)

Krubban

Tað sigst at hava gingið væl hjá kassaapparatunum at ringja jólini inn. Stóri hópurin av landsmonnum okkara er komin í trot, ella hevur hann lænt uppundir syllarnar á frívirðunum, meðan tey, sum eiga skivurnar í krambúðum landsins, hava bjargað sær botnlinjuni í ársins roknskapi og væl tað. Øll eru fegin. Glað fyri at vera partur av ørskapinum, sum stendur við og versnar, ár undan ári. Vit eru farin at líkjast astronautunum í rúmdarhylkjunum, sum í vektloysi sveima higar og hagar, sum einglar, ella sum eiturkoppar á flogi, - jarðarinnar tyngdarmáttur hevur slept teimum. Soleiðis tykist fíggjar- og búskaparligi tyngdarmátturin at hava slept Føroyum. Einasta akkerið, í øllum vælferðarmjørkanum og ovátinum um halguna, var Frelsarin, sum hirðarnir funnu í eini krubbu í einum miðeysturlendskum fjósi fyri meiri enn tveimum millennium síðani. Ein viti sum stendur, líkamikið hvussu tað leikar á, og sum siglast kann eftir, ert tú farin nakað ella nógv av leið í heimsins meldri.

 

Verri gongst við okkara egnu krubbu. Landsins búskaparskili. Her tykist tyngdarlógin enn einaferð at vera suspenderað. Fyri tað nógva eru Føroyar – í hvussu er síðani annan heimsbardaga – stjórnaðar av kreppum. Sjálvskaptum kreppum. Tær hava tikið meiri og minni fast. Í fimti- og nítiárunum við stórum fólkaflytingum av landinum sum ringastu avleiðing. Og tað tykist ikki, sum at vit hava lært nakað av hesum, hvørki av royndum ella við at lesa í tjúkkum akademiskum bókum á lærdum háskúlum. Niðurstøðan er, at táið tað snýr seg um fíggjar- og búskaparligu lunnindi landsins, hava politikararnir latið tilvildina ráða. Ella rættari hava teir bara sett sjálvstýraran til, og so mátti tað annars svíða sum svøllur, hagartil danir og aðrir kreditorar tóku um endan, og kravdu tær neyðugu broytingarnar, fyri at vit kundu halda kós og ferð aftur, ávegis til ta næstu sjálvskaptu kreppuna.

 

Nú liggja vit øll og aka á divanuni ella sjaselongini, dovin av ováti, og kaloriurnar, sum ikki endaðu í septiktanganum, hava polstrað búkin somikið, og doyvt uppdriftina tað tilsvarandi, at vit nóg illa eiga orku til at kveikja lív í ein sjónvarpsskíggja. Hagani bíða vit nú kortini í hesum døgum eftir røðunum hjá Hennara Hátignar, Margrethu, og Akseli Vilhelmssyni, løgmanni. Serliga hesum seinra, sum helst fer at geva okkum lyftir um, at vit vera uppaftur mettari og ríkari á jólum um eitt ár. At vælferðin fer at vaksa. Og skuldi onkur verið so avmarsjeraður, at hann ikki heldur, at trøini vaksa inn í himmalin, so fer viðkomandi at fáa annað at síggja. Hetta skal Føroya løgmaður, landsins leiðtogari, siga, hóast hann veit betur. Borgarliga parlamentarisman snýr seg í stóran mun um at tøla veljarafjøldina, at pota veruligar og oftast falskar dreymar inn í knokkin á teimum, sum umvegis atkvøðurnar, geva monnum og kvinnum vald. Valdið yvir tær og mær.

 

Men hvussu leikar nú á í okkara egnu krubbu?

 

Vit hava lænt okkum um rygg hesi seinru árini fyri at keypa okkum burturúr kreppuni fyri 10 árum síðani. Tað kann vera ein skilagóð stutttíðar manøvra, men hon gerst ikki uppaftur ella umaftur við sama fænum, teimum somu pengunum, og landsins skuld er ivaleysa trivalig sum er. Tí kundi okkurt bent á, at vit hava rokkið hægstu tindunum á konjunkturinum hesaferð. Og tá er bara ein vegur at fara, um vit vilja tað ella ikki, omaneftir brekkuni, á veg til lakari tíðir, - ella bóltandi inn í ta næstu kreppuna.

 

Í hesum mesta hákonjunkturinum nakrantíð eru nakrar fáar krónur fíggjarætlaðar, og nú lóggivnar, til avlops á landsins fíggjarlóg fyri 2018. Alt her í verðini ov lítið til at taka sveiggini yvir tíð, og ongantíð í mínari tíð hevur vanstýringin í fíggjarnevnd løgtingsins verið størri, og tað er ikki ov nógv sagt, at hesaferð vóru hesi serliga úrvaldu tingfólkini í røttum jólamannahýri. Fíggjarlógin vaks líka nógv sum hon plagdi at minka í sjálvari viðgerðini, frá framløgu til triðju viðgerð, og avlopið er tað lakari. Formaður nevndarinnar sigur, at hetta er gjørt fyri at tingmanningin skal kenna seg aftur í lógini, táið hon er samtykt, men hetta er ein total misskiljing. Hesi fólkini eru vald til at stjórna okkara kollektivu finansum, og ikki kosin til at vera ballónseljarar fyri egnan vinning.

 

Hvussu komu vit so niðan á búskaparliga aldukambin hesaferð, ella, hvørjir eru lutirnir, ið virkaðu hesum til frama?

 

Burturúr rúgvuni:

 

·      Útlendska ríkisveitingin, nettoinnspræningin, 6-7 hundrað milliónir krónur árliga, sum ikki minkar í sær sjálvum, men kanska í mun til búskapin annars, nú dýrtíðarjavningin enn einaferð er strikað.

 

·      Nógv øktu kvoturnar í fiskiveiði eftir makreli, sild og svartkjafti. Betri treytir á Flamingjagrunni, í Barentshavinum og undir Grønlandi og Íslandi hava hjálpt væl til. Roknast skal ikki við at hesar rúgvur fara at vaksa, helst fara tær at minka, serliga sildakvotan, táið fiskifrøðin verður innroknað í ta autonomt ásettu kvotuna. Úr hesum koma tilfeingis- og uppboðssølugjøldini niður í krubbuna, landskassan, sum fara at sveiggja alt eftir hvørjum standi stovnarnir nú einaferð vera í frameftir.

 

·      Byggivinnan, sum er ein stórur faktorur í øllum búskapum, hevur av álvara skúmað seg upp hesi seinru árini. Lands-, kommunalar og privatar íløgur fóru allar av bakkastokki samsundis, sum ikki einaferð, tí kann væntast, at tað fer at haka nakað í frameftir. Kúgvin sleppir ikki, men her er nógv spenderað, tí fer ferðin at minka sum frálíður.

 

·      Flatskatturin og skattalættin hjá hesari samgonguni góvu borgarunum størri rásarúm. Nógv valdu at gjalda persónliga skuld niður, men í seinastuni tykist gongdin heldur hava verið hon, at avlopspeningurin frá lættanum er endaður í størri nýtslu av vørum, sum sæst aftur í mvg-kassaapparatinum hjá Fíggjarmálaráðnum. Minkar aktiviteturin í samfelagnum annars, verður hesin trafikkurin eisini lakari.

 

·      Laksaprísurin hevur verið methøgur hesi árini, men er nú minkandi. Haðani er stórt gjald komið í krubbuna hesi seinru árini. Yvirhøvur verður alivinnan, á sama hátt sum fiskiflotin, rikin somikið professionelt í dag, at hon fer ongan veg, um ikki okkurt heilt óvæntað og álvarsligt hendir, men ein skjótt lækkandi prísur fer at síggjast aftur í landsins finansum.

 

·      Ein eksklusiv riva, sum lítið hevur verið tosað um, og sum Kaj Leo Holm Johannesen man eiga størsta heiðurin fyri, at hon er opin, er smogan ígjøgnum vesturlendsku embargo´ina hjá føroyskum eksporti til Russlands. Henni hava vit lukrerað av í stórum máti, bæði táið tað snýr seg um uppsjóvar- og alifisk. Hvussu leingi hon bara verður opin fyri okkum afturat, ja, tað veit í grundini ongin annar ein tey, sum stjórna heimshandlinum á fyrstu parkett.

 

·      Eitt av tyngstu amboðunum í økonomiska heiminum er rentan. Hon plagdi at rigga, bæði sum bremsari og lyftari, men hevur líkasum mist megina. At kalla ongin renta í áravís hevur ikki hjálpt nakað serligt, og táið amerikumenn nú tosa um rentuhækkingar, í næstum, man tað fara at ávirka rentustøðið í Europu eisini, tað plagar so at vera, og tá rakar tað aftur á eina alt ov stóra landskassaskuld.

 

·      Oljuprísurin hevur verið metlágur leingi, men er á veg uppaftur í lopum. Ávirkanin frá honum krýpur út í hvønn krók í landinum, ikki minst verður fiskiflotin raktur av einum hægri oljuprísi, serliga nú, táið tað mesta av uppsjóvarfiskinum verður veiddur við troli.

 

·      Lønarsamráðingar eru á almenna og kommunala arbeiðsmarknaðinum í løtuni. Á veg niður av búskaparliga aldukambinum, í ein nýggjan aldudal, hevur hitt nú so gávumilda Fíggjarmálaráðið lagt út við at hækka lønirnar við 10%´um. Hetta hevur havt ta avleiðing, at vit eru endað í verkfalli og verkbanni, sum í veruleikanum er ein gordiskur knútur, sum Fíggjarmálaráðið hevur knýtt so rimmarfastan, at hann loysist ikki aftur av teimum somu fólkunum, sum fyri kortum stóðu og grundgóvu fyri tí skilagóða, at vera í yvirfloymandi gávuhýri mótvegis einum av tríati fakfeløgum á almenna og kommunala arbeiðsmarknaðinum. Hesi fólkini hava ikki eitt einasta argument fyri, at pedagogarnir skulu viðfarast øðrvísi lønarliga enn sjúkrasystrarnar. Øll hava uppiborið eina góða løn fyri framt verk, men spurningurin er bara, hvat ið landsins finansir tola í so máta. Og tað má ganga galið, táið ein fíggjarmálaráðharri fer úr arbeiðsgevarakápuni, og fer at fungera sum politiskur valbjølgur og ballónseljari í eini samráðing við ein vælstruktureraðan mótpart.

 

·      Meðan fíggjarmálaráðharrin, ið bara agerar sum politiskur opportunistur heldur enn sum arbeiðsgevari, okkara vegna, í ovfarakæti og treystliga stendur og lempar kol undir glóðheitu ketlarnar, sum eru farnir at leka, stendur privati arbeiðsmarknaðurin fyri tørni, táið vit koma út á várið í 2018. Og hvør skal nú orsøkin vera til, at flakakvinnan við skeriborðið hjá Faroe Origin í Runavík ella á Kósini í Klakksvík skal hava ein lakari vøkstur í lønarútgjaldingini enn sjúkrasysturin á B6? Og hvar endaði hugtakið kappingarføri? Er tað nú eisini vorðið ómodernað? Ella er tað foykt burtur í euforiini? Framleiðslan í einum landi stendur stútt og støðugt í harðari kapping við somu framleiðslu í einum øðrum landi, tí verður nógv kjakað um hendan spurningin, m.a. í grannalondum okkara, men eisini hugtakið kappingarføri, kámaðist fyri eygunum, nú vektloysi ber okkum fram á leið við ongum jørðforbindilsi.

 

Ivaleyst fer onkur at rópa hetta fyri ljósasløkking, men vit, sum hava livað nóg leingi, og eru farin niðan- og omaneftir aldubrekkuni fleiri ferðir, vita, at øll tekin eru í sól og mána um, at la belle époque er av fyri hesu ferð. Vit hava verið ovast á kambinum, kanska tí hægsta nakrantíð í búskaparligu søgu landsins, men nú mega vit brynja okkum til, at hann fer at maka ferðina. Trøini vaksa ikki inn í Himmalin, bíbilsku cyklusurnar, við góðum og ringum tíðum, eru treytaleysur veruleiki, og sveiggini gerast bara víðari og størri, megna vit ikki at líta fram um nøsina so frægt, at vit fáa minkað sum mest um lopini frá tíð til aðra. Vit kenna sinus-kurvarnar og sjóvarfalssveiggini í streymtalvuni hjá Fischeri Heinesen, vit eru ein partur av natúruni, men í mun til so mong onnur vesin, hava vit fingið ein knokk til at hugsa við, og ein rygg til at standa ímóti við, táið tað krevst, tí eiga vit eisini møguleikan fyri at stýra frægari enn vit hava gjørt higartil.

 

Í mun til kreppustýringina, nevnd omanfyri, er tað tó kortini hent tað kærkomna fyri fáum døgum síðani, at ein nýggj lóg um sjófeingi er samtykt á Føroya løgtingi. Grundlóg vinnunar. Hetta er í grundini eitt bragd, líkamikið hvat ið menn annars meina um hana, tí hetta er fyrsta ferðin, í ár so mong, at ein politikari hevur fingið eina so umfatandi lóg ígjøgnum parlamentið undir vanligum umstøðum. Í friðartíð. Leingi lá tað í luftini, at vit enn einaferð skuldu bíða eftir dønum ella diverse kreditorum, men tað hendi ikki, góðum politiskum handverki fyri at takka. Hevði sama handverkssnildi verið til hjá teimum, ið standa á odda fyri okkara fíggjar- og búskaparpolitikki, hevði verið betri vorðið, men so leingi tað ikki hendir, bendir alt á, at vit nú eru á veg oman brekkuna frá aldukambinum. Tíverri.

 

Bara ríkisveitingin (sum átti at verið strikað endaliga longu fyrst í hesari øldini), tilfeingis- og uppboðssølugjøldini og alivinnugjøldini, tilsamans, skroyva so væl upp í krubbuni, landskassanum, at vórðu tey flutt yvir í ein suverenan búskapargrunn, koyrdi landskassin við drønandi halli í mesta hákonjunkturi. Tað hoyrist ikki eitt kis um erstatningin, um yvirskipaðu sveiggini fara at høgga av hæli og sneiða av tá á hesum mótum. Ivaleyst fer onkur at geva fiskivinnunýskipanini skuldina fyri ólukkurnar, táið tær koma, men tann søgan heldur ikki vatn. Tað er sum so onki nýtt undir sólini, uttan kanska hesar vælsignaðu menningarkvoturnar, ið kunnu fara at virka sum ein nýggjur ráfiskagrunnur, ein stuðulsgrunnur, sum onki endamál hevur annað enn tað at subsidiera, - bara fyri at subsidiera.

 

Hvaðani trupulleikin stavar, at vit viðhvørt lata okkum euforisera so mikið av peningaligari árenning, at tyngdarmátturin sleppur okkum, at vit halda okkum sveima í vektloysi, er ikki gott at vita. Bíliga grundgevingin við veiðimannakulturinum kann ikki brúkast longur, men kanska er hetta bara ein natúrlig avleiðing av ábyrgdarleysum heimastýri, har ein koddi altíð finst í útryðjuni, í rekkjuni hjá onkrum øðrum. Ella sum onkur tók til: “Hjartað er har, sum pengarnir hjá hinum eru.” Alternativið kenna vit ikki fyrrenn vit hava roynt tað, og ta royndina eiga vit enn til góðar. Men tá skal politiski ryggurin vera stinnari enn ein donsk medistarapylsa. Somikið veit eg.

 

Ljósasløkking ella ikki – eitt happadrúgt nýggjár fari eg kortini at ynskja øllum landsmonnum mínum, heima sum burturi. Og ikki minst – Guðs ríku signing.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her