Krúnprinsurin harmast eingongu pápans

Í gjár kom fyrsta viðmerkingin frá Fríðriki krúnprinsi um fráboðanina hjá Heindriki prinsi um, at hann ikki vil jarðast við lið konu síni, Margretu drotning

Í gjár kom fyrsta viðmerkingin frá Fríðriki krúnprinsi um fráboðanina hjá Heindriki prinsi um, at hann ikki vil jarðast við lið konu síni, Margretu drotning

 

Við eitt tiltak í Århus í gjár spurdi Ekstra Bladet krúnprinsin, hvussu børnini taka rokið í familjuni.

 

– Eg hava bara tað at siga, at eg eri rættiliga harmur um avgerðina hjá pápa mínum upp á nógvar mátar. Meira kann ikki sigast um hetta málið í hesi løtu, svaraði hann.

 

Í eini samrøðu, sum fleiri vikubløð almannakunngjørdu fyrr í vikuni, legði Heindrikur prinsur eftir drotningini, sum hann heldur »ger seg til rukku« við ikki at javnseta hann og geva honum heitið »kongegemal«.

 

/ritzau/